Skip to main content

Daniella um Gásadalsfilmin



Gott kvøld øll somul!

Eg eiti Daniella Strandberg - eg eri ættað úr Gásadali. Omma mín var fødd og uppvaksin har.

Pápi mín, Malmberg Simonsen, fortaldi um familjuna úr Gásadali, har Gásadalsfilmurin hevur sín uppruna.

Eg havi altíð verið bergtikin av lívinum, ið fólk høvdu í Gásadali og aðrastaðni í Føroyum í 1700-1800 talinum.

Hendan tíðin og umstøðurnar hjá okkara forfedrum, hava fylgt mær øll árini. Kenslan bleiv ENN sterkari, tá ið eg og maður mín ættleiddu tveir synir úr Suðuramerika.

Fyri 10 árum síðani hitti eg leikstjóran Richard Hobert, ið eg segði søguna fyri. Eg var við Richardi í Føroyum fýra ferðir, fyri at seta hann inn í viðurskiftini.

Vit fingu stóran stuðul úr Føroyum á allan hátt - fíggjarliga, hittu fólk í Gásadali og ættarliðið hjá Jóhannes Joensen, sum er fransabarnið í filminum.

Vit vóru eisini inni í húsinum, har Jóhannes er føddur og uppvaksin.

Tá Jóhannes seinni í lívi sínum bleiv pápi, gav hann soninum navnið ‘Franz’, og eini dóttur navnið ‘Anna Franziska’.

Hetta vísir, at hann góðtók og var stoltur av sínum ættarbandi, eins og slektin er tað í dag.

Tað var á henda hátt eg fekk søguna frá pápa, og hann frá mammu síni - søgan, sum er upprunin til filmin, tit skulu síggja í kvøld.

Góða sýning!

Daniella