Skip to main content

Posts

Zimbardo er gud!

Klipp frá Netflixfilminum “The Stanford Prison Experiment” (2015), har illa tiltuskaði fangin gevur seg undir hin tyranniska og forfengiliga sálarfrøðingin, Doktor Philip Zimbardo (Billy Crudup), í Stanford-kjallaranum í 1971. Fangin, sum ikki sæst í myndini, eigur ovara setningin og sálarfrøðingurin hin niðara.  Í longri tíð hava starvsfelagar tosa um royndina hjá amerikanska sálarfrøðinginum, Dr. Philip Zimbardo, í kjallaranum á Stanford Universitetinum í 1971, har 24 lesandi hvítir menn skuldu velja at spæla antin fangar ella fangavørar í fjúrtan dagar, fyri fimtan dollars um dagin, meðan summarferia var og eingin helt uppsýn. Í San Francisco hevur eini starvsfelagin vitjað Zimbardo heima og etið døgurða saman við honum. Í dag er hann 87 ára gamal og hevur undirvíst á Stanford University í 50 ár, heilt frá 1968. Zimbardo er beinleiðis orsøkin til, at Nám er sloppið at arbeiða við sálarfrøðitilfari á netinum um gerandishetjur við støði í Hero Imagination Project . Tí bleiv eg serliga

Spír í fotolist

Í dag er seinasta freist at síggja tær fleiri enn tretivu fotomyndirnar, sum bólkurin Fokus hevur hongt upp. Til høgru fyri inngongdina fangaði eg Haldur Suna Johansen, sum hevur tikið myndina Spír , har vit í forgrundini síggja spírið á Kvívíkar kirkju og í baksýni kuplarnar hjá Kublai Khan á Sornfelli. Nei, eg bara roksi, men summi orð, so sum kublar, ríma so stuttliga við onnur orð, nøvn og hugtøk. Og at nakar samanhangur er millum kirkju, mentamál og radarar á hesi myndini, tað er púra tilvildarligt, og ikki á nakran hátt tilætlað, forvissar Haldur Suni meg um, meðan dyrnar inn í Smiðjuna í Lítluvík enn standa opnar. Haldur Suni eigur eisini hesa mynd, sum tekur seg merkiliga væl út á vegginum í Smiðjuni. Tað er sum at myndin, ið frammanundan er skarpt pressað og uttan óviðkomandi órudd, fær eina nýggja trístrenta rúmdarkenslu, har hon hongur upp móti hvíttaða grótvegginum. - Ein einsamallur danskari, sigur myndamaðurin um myndina, sum bara eitir Bygningur . Gudny Benjaminsdóttir e

Verðin gjøgnum windows

Nýggi Tom Hanks filmurin News of the World varð frumsýndur á Netflix mikukvøldið, sum nú er blivi eitt fast filmskvøld. Men á telduni ber ikki til at klippa still myndir úr filmum á Netflix, alt fer í svart, tá tú velur klipp, ivaleyst hevur tech giganturin sett tað í verk, eins og IMDB ikki longur loyvir tær at taka jpg myndir úr filmum á teirra síðum. So tað má verða manuelt snapshot við Apple telefonini, sum sæst omanfyri. Men ein trúgvur lesari sigur, at við Mac ber til at klippa, sum sæst longur niðri. Soleiðis stýra fyritøkurnar okkara upplivingum.  Men afturfyri speglast heimavindeygað niðast í vinstra horni á windowsstýrdu telduni, sum í filminum vísir útsýnið úr brotna vindeyganum hjá hvítu niðursetugentuni, ið er av týskum uppruna á markinum millum Texas og Meksiko, sum indianarar hava tikið til fosturs eftir miskunarleysa borgarakríggið, har øll høvdu, og enn hava, sítt gangandi, er av, um sama mundið sum okkara egni kolonihandil steðgar, og nýggj vindeygu verða opnað móti

Trúgv og makt

Foto: Bjarni Rubeksen Týsmorgunin var grafitti at síggja í miðbýnum í Havn. Onkur helt at hetta var meira herverk enn grafitti. Tað kann so diskuterast. Men grafitti er altíð ein tekstur, ella í minsta lagi ein framseting, ið hevur eina meining. Herverkið er minni meiningarfylt, fyri ikki at siga destruktivt, borið fram av ómegd. Í sjálvum sær eitt óartikulerað róp um hjálp í teirri vón, at onnur síggja.  Men útsøgnin í býnum, antin hon er herverk ella grafitti, er miðvís. Hon er brett út sum ein lýsingaherferð í miðbýnum.  Foto: Bjarni Rubeksen Fyrst eitt hanagleiv frá Tinghúsinum í einum karmi, sum er partur av installatiónini Vetrarljós fram við gongugøtuni, har standmyndin hjá Janusi Kamban, Maður og Kona , standa í Sparikassagarðinum. Onkur provokerað sál tók tekstin burtur, so hann ikki sást, tá komið varð út á dagin. Síðan er tað hanagleivið oman til Havnar kirkju, sum eisini er Føroya dómkirkja. Sjálvt hesi bæði nøvnini, Havnar kirkja ella Dómkirkjan, klandrast havnarfólk um,

Grafiskur greidleiki

Býr tú í Havn og ert umgyrdur av grafiskum larmi, so eru her eini góð ráð, ið kosta 75 krónur hvønn vegin: Ein rundtúr um Skálafjørðin meðan kavin liggur ein sunnudag. Á upphugsaða ljóðsporinum kundi tú havt "Mær er sagt um ein stað í tí høga", har afturvendandi setningurin er um eitt bil, so eri eg har ella í hinari týðingini Tonk - ein dag eri sjálvur eg har . Fyrra versiónin kennist mær rættari at brúka til biltur í dag, meðan hin seinna er beint til jarðarferð. Svenska Lydia Lithell yrkti sálmin í 1947, "Jag har hört om en stad ovan molnen", tíggju ár innan hon doyði, bara 48 ára gomul, sama ár eg varð føddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Afturvið russiskum murri kanst tú koyra runt fjørðin og njóta sýnið, tá tú kemur út úr Havnartunnlinum, leggur teg í høgra borð úti í Rók og heldur fram í sama borði móti Rituvík og sært Nólsoynna frá hinari síðuni. Hevði eg verið fyrr á fótum, so hevði eg nátt at keypt morgunbreyð í Miðbergs bakaríi, kemur mær til hugs, eftir at e

Gott at lesa Høgna aftur

Meðan føroyingar, sambært ársfrágreiðingi hjá Ríkisumboðnum í tíðini undan sjónvarpi, kundu uppliva, at fleiri enn túsund bløð sirkuleraðu millum hvørji túsund fólk - upplagskontrollur hevur aldri verið í Føroyum - hevur blaðdeyðin síðan verið málaður reyður sum í Mósebókini í hvørjum duri. Tá er hugvekjandi, kveikjandi og eisini stuttligt, brádliga, at síggja Høgna Djurhuus skriva aftur í Sosialinum.  Síðan eg í fyrndini hoyrdi Jógvan Arge spyrja um leveringsdygtigheit - er hasin og handan leveringsdygtig, og síðan staðfesta týdningin av staying power , at blíva við og gera serstakt profileraðar sendingar og annars at skriva uttan íhald - hevur tað altíð verið mær greitt, at miðlaarbeiðið er ikki bara sjálvt avrikið í løtuni, men eisini tann vøllur, sum javnt og samt verður strikaður av. At miðling eisini er at skapa eitt forum, ein heimstað, ella bara ein sjónligan pall, ið er heimstaður fyri reportasjum um og ummælum av list og mentan. Ikki bara uppistøkksfyritøkur, men ein lívseigu

Koppseta á leiðslugongini

Tað ljóðar sum ein krimisøga, skrivað í aktivari nútíð, sum í komisku samdøgursfrágreiðini hjá donsku løgregluni, tá okkurt er hent, sum greiða skal fáast á.  Men kava vit í evnið, so eru vit í vitbornum høpi, sum ikki bara er ein fløt flá, elatunn sum ein ostaflís, men er grivið djúpt úr okkara egna veruleika, her vit øll hildu okkum ganga trygg og lýðin við munnbindi og hondspritti, men nú mugu taka til okkum henda sannførandi og óbehagiliga nærverandi tíðindafloym, ið er sum í fiktivum krimisøgum hjá Jógvani Isaksen, men nú er hands on aktuellur úr okkara egna veruleika undir kørgu yvirskriftini Koppsett á leiðslugongini , krimisøgan í Degi og Viku , sum ikki longur er nøkur hvørsmanssproyta, nei, skuldi man havt gloymt, hvat avdúkandi, borandi og gravandi journalistikkur er, og um tað er fakta ella fiktión, og at munur er á høgum og lágum á bygd og í bý í okkara pinkusamfelag, so er at hyggja her og læra, hvussu hesar frásagnarligu hevdir verða pallsettar, tá tær faktuelt eru bes

Kyndilsmessa

Í dag er kyndilsmessa, missa candelarum , sum eisini sást á himmalinum, hvar tú so hugdi á hválvinum, meðan dagurin leið, ljósið skifti og ælini løgdu seg millum landið og sýnið. Ovara og niðara myndin eru tiknar fyrrapartin úr túninum á arbeiðsplássinum á Hoyvíksvegnum við sýni suður millum Borðuna og Glyvursnes við Skálhøvda dagandi upp úr havsbrúnni.  Niðanfyri eru vit seinrapartin við iPhone í FK túninum í Hoyvík og síggja uppeftirbrestandi skýformatiónir yvir Eysturoynni og so eina loftspegling á bilsíðuni á parkeringsplássinum. Sigst, at nú er helvtin av vetrinum liðin. Kanska stavar mannfólkanavnið Veturliði frá hesum góða degi, sum eisini er Groundhog Day , ein amerikanskur og kanadiskur siður, kendur úr samnevnda filminum, sum tekur støði í ljósi og skugga, sum eitt murmildýr kastar á einum skýfríum degi. Enska Wikipedia sigur um hesa ørvitissøgu: “It derives from the Pennsylvania Dutch superstition that if a groundhog emerging from its burrow on this day sees its shadow due t