Nýggi Tom Hanks filmurin News of the World varð frumsýndur á Netflix mikukvøldið, sum nú er blivi eitt fast filmskvøld. Men á telduni ber ikki til at klippa still myndir úr filmum á Netflix, alt fer í svart, tá tú velur klipp, ivaleyst hevur tech giganturin sett tað í verk, eins og IMDB ikki longur loyvir tær at taka jpg myndir úr filmum á teirra síðum. So tað má verða manuelt snapshot við Apple telefonini, sum sæst omanfyri. Men ein trúgvur lesari sigur, at við Mac ber til at klippa, sum sæst longur niðri. Soleiðis stýra fyritøkurnar okkara upplivingum.
Men afturfyri speglast heimavindeygað niðast í vinstra horni á windowsstýrdu telduni, sum í filminum vísir útsýnið úr brotna vindeyganum hjá hvítu niðursetugentuni, ið er av týskum uppruna á markinum millum Texas og Meksiko, sum indianarar hava tikið til fosturs eftir miskunarleysa borgarakríggið, har øll høvdu, og enn hava, sítt gangandi, er av, um sama mundið sum okkara egni kolonihandil steðgar, og nýggj vindeygu verða opnað móti heiminum.
Paul Greengrass er leikstjórin og ger í vindeygasenuni eina heilsan til western klassikaran, John Ford, sum fyrr gekk í biografunum í Havn, Leikhús Bio og Havnar Bio. Ikonografiska myndina er karmurin, har loysnarin, bjargingarmaðurin sæst í túninum, innsettur, framed, av leikstjóranum.
Og í stórum parti av News of the World kanst tú njóta westernfilmin fyri akkurat tað hann er, stórar, dramatiskar víddir, eisini við einum touch av Winnetou og Old Shatterhand í gomlum døgum.
Men søgan er ójøvn og verður meira ein kaleidoskopisk mynd av harðskapsmeldrinum eftir at borgarakríggið í nýggja heiminum er av. Øll tey stríðandi skulu finna nýtt fótafesti, fyrst og fremst blaðstjórin Tom Hanks, sum fyrimyndarliga skal sivilisera burturfluttu gentuna, Helenu Zengel, sum vit sóu í sosialrealistiska týska filminum Systemsprenger í Filmsfelagnum í september í fjør.
Í amerikanska borgarakrígnum hevur Tom Hanks mist prentútgerðina, men við støði í lokalum tíðindabløðum hevur hann funnið sær ein nýggjan vinnuveg sum upplesari og søgusigari, har hann kemur fram, tíðuliga við eini adressu til bæði fake news og leiklutin hjá nútíðar miðlum.
Sum humanistur og fólkaupplýsari er Tom Hanks í hondunum hjá Greengrass meinlíkur Steven Spielberg og flestu av hansara filmum, ið hava eitt greitt námsfrøðiligt frámerki. Ein góður filmur, hóast ójavnur.
Og eftir Systemsprenger og nú News of the World er 12 ára gamla Helena Zengel nú ein verifiserað stjørna við síðuna av Tom Hanks, sum fyrstu ferð spælir kovboy.