Í dag var heitur hundur at fáa í litføgru Deli kioskini hjá Astu í Tinghúsgarðinum, sum er niðanfyri Sparikassagarðin, mitt í g-punktinum, sum onkur hevur kallað fólksliga talarstólin, sum er í havanum hjá G. Her, millum tingið og býráðið, møtist miðbýarfólkið eina fríløtu at fáa sær miðmála. Við heitum hundi í hondini møtast høg og lág at skifta orð um miðbýin, hin gamla, hin verandi og hin komandi, um útistøð, sitipláss og opnar áir, uttan at tosa tað minsta um bilar og parkeringspláss, sum taka tað mesta, nú hann grønkar á vøllinum kring okkum. Miðbýurin er herligur. Fyri fólkið. Heilsufrøðiliga starvsstovan var á vitjan og upplatingin varð nakað seinkað. So varð reytt merki sett á røstu pylsuna, sum eg hevði glett meg mest til. Tí valdi eg mær eina lambspylsu við øllum. Men ikki so nógvan sinnop, tí í veruleikanum dámar mær ikki sinnop, men sum smakklig undirskorð í eini grýtu við stórhvalabúffi við ribs, á glaseraðum svínaryggi ella í heitum hundi, tá dámar mær serstakliga væl ein