Fyrsta umfar í Grand Prix finaluni er liðugt og endaumfarið verður sent í øllum norðurlendskum sjónvørpum, uttan tí føroyska, leygarkvøldið klokkan átta. Stórbæra sjovið, sum altíð er stuttligt at síggja, nú tað kallast Eurovision Song Contest, er í Torino har norðuri í Piemonte í Italia. Vertsskapurin fylgir vinnaranum, sum í fjør var italski rokkbólkurin við danska navninum Måneskin, ið sungu Zitti e buoni , Tig og verð fitt. Evropeiska sangkappingin er heimsins elsta sjov, sum er so stórt. Sjálvur helt eg, at íslendski sangurin Með hækkandi sól var hin besti. Tríggjar systrar, sum eisini kalla seg Systur, framførdu. Lovísa Elísabet Sigrúnardóttir, ið kallar seg Lay Low, eigur sangin. Í Íslandi er tað sum í russiskum skaldsøgum. Eingin verður kallaður við sínum kristna navni. Fullu nøvnini á Systrunum eru Sigríður, Elísabet og Elín Eyþórsdætur. Í 2011 fóru tær at syngja undir navninum Sísý Ey. Tónleikur er í ættini, mamman er sangarinnan Ellen Kristjánsdóttir, pápin er Mezzofortemaðu