Skip to main content

Posts

Pallmentan hevur tað ikki gott

Hagstovan hevur rullað seg út við tølum, sum eru sigandi sjónlig og nú eisini løtt at lesa við góðum grafikki. Velja vit tann partin av pallmentan, sum er sjónleikir og biografar, síggja vit hvussu gongdin hevur verið síðan aldarskiftið, tá umræður leikir og vitjandi til sjónleikir, umframt filmsýningar í biografum. Frá 1998 til og við í fjør, hava bestu árini til sjónleik verið 2009 við 31 áhugaleikum, meðan besta árið til yrkisleik var 2019, tá ellivu yrkisleikir vórðu settir á pall kring landið. Lakasta árið til áhugaleik var fyrrárið, tá bara tríggir leikir vórðu. Árið undan vórðu eins fáir yrkisleikir, tríggir, settir á pall. Sama lágpunkt rakti yrkisleikur í 2005 og 1998. Mátið fyri at føroyskur yrkisleikur anir, men ikki doyr út, er eftir hesum at døma trý leikverk um árið.  Hyggja vit í sama tíðarskeið eftir vitjanartølunum sæst, at tá einki er at hyggja eftir kemur eingin. Hinvegin er tað ikki vist, at tá flestu leikir eru at síggja, aktiverar tað flestu áskoðarar. Hóast ein á

Homo Danicus

Sjónvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein, O móðurlandið , eru lidnar og hava skapt nógv kjak, akkurát sum sendingar eiga at gera. Tað er teirra endamál.  Tobbi, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur var við í sendingunum, skapti hugtakið Homo Danicus at lýsa helst einasta mentanar- og tulkingarfelagsskap, sum ikki er danskur, men tó hevur danskheit og alt, ið danskt er, sum livibreyð, fyrimynd og lívsendamál.  Hetta er vælrakt hugtak. Men hugtakið er eins og tær seks sendingarnar ikki ein framseting á Setrinum, fíggjað sum phd lestur, men tignarleys framleiðsla til fólkið.  Tá liðugt er, kunnu vit øll meta um partarnar og avrikið, yppa øksl ella frøast, alt eftir hvønn tilverurætt vit hava tiltuskað okkum í almenna rúminum, hvønn kjakvong vit av onkrari orsøk bekenna okkum til og hvussu vit fata og handfara miðlar og tær sendingar, har eru.  Ein sending er eins og ein konsert einki annað enn júst tað hon er. Rein konkretisma.  Vit kunnu illani hyggja at eini sending og hugsa okkum til, ella

Filmsummæli: 70 metra dýpið

Meðan vit kundu dusa okkum við nýggju CGI versjónini av Lítlu Havfrúnni hjá Disney, bar eisini til í Mentanarvikuni at skotra seg í stólin í Løkshøll og hyggja, meðan tey tendraðu heimliga filmin, 70 metra dýpið , har Bogi Krossteig er fyrstur at kava niður á russisku Olshanu, sum rendi á Flesjarnar og sakk í 2007.  Álvarsemið í ætlanini verður ikki minni, tá Bogi sigur, at hetta er lívshættisligt. Kortini kavar hann. Og vit sleppa við. Eri sannførdur um, at filmur, tá hann er bestur, er munadyggasti miðil at lata seg tøla av og síðan verða førdur við í annan heim. Filmar, um skip sum søkka, eru millum mest sæddu á stóra løriftinum. Hóast teir viðgera sama evni, hava stuttfilmar ongan pall ella marknað. Arbeiðið er con amore og drivið av áhuga, til onkur biografur sær møguleikan fyri forfilmi ella inngangi til ein annan hóskandi biograffilm.  Í hesum avmálda filmi, sum varir tjúgu minuttir, eru upptøkurnar av teim tilsamans átta kavingunum og øllum fyrireikandi samrøðunum og tingingu

Barnabókin, sum aldri varð

Mia H. Smith: Olaf sær ein krígsbil Gangandi fram við vakstrarhúsinum í Tórsbyrgi, nú Mentanarnátt er í hondum, kom eg í tankar um gamla handritið til søguna, sum abbasonurin, Olaf, og eg funnu uppá, tá vit høvdu verðið niðri á kampingplássinum, og sæð ein týskan krígsbil, har tey grillaðu pylsur. Akkurát sum á Mentanarnáttini. Grannin, Heðin, rættlas og Birgit bjóðaði sær til at umseta til týskt og íslendskt, tí har var segmentið, tey rópa, tað er væntaði bólkurin av týdningarmestu lesarunum. Fryntliga forlagið í Vestmanna vísti til Havnar, har tey gjørdu bøkur til børn. Men maktfulkomna bókakonan í Havn svaraði mær, at fongurin yviri við Strond var einkið annað enn rótutur, at bókmentaliga nevndin saknaði mál og mið, at teksturin var tilvildarligur, og ovfyltur við vaksnum viðmerkingum.  Nú Mentanarnáttin aftur er í hondum, og skrivigluggin tødnaði við enn einum ári, tók eg søguna upp aftur úr talgildu skuffuni, og helt, at ber ikki til at publisera á pappíri, so ber til á egnum blog

Arthouse á Netflix

Hevur tú hug at síggja arthouse filmar, ella í minsta lagi eitt sindur óvanligar filmar, heima hjá tær sjálvum, so eru hetta trý góð boð. Fyrsti filmurin, "Certain Women", er frá 2016, og byggir á søgur hjá einum kvinnuligum rithøvunda úr Helena í Montana, Maile Meloy, har tær tríggjar søgurnar, ið bera filmin, eisini fara fram. Huglagið og søgugongdin eru so stillfør, at eg vil í summum førum siga beint fram avbjóðandi, tí gongdin krevur tolinmóð. Júst hetta ger filmin spennandi at síggja, tí tað ósagda, heldur enn tað sagda, ber filmin. Hóast tvístøður og avbjóðingar royna kvinnuligu høvuðspersónarnir at klára seg gjøgnum gerandisdagin, í einum føri á hesti sum alternativ til bil, og við Guy Clark og ”Boats to build” á ljóðsporinum. Framúr, um tú ert til vegjaðarafilmar av bygd í USA. Kelly Reichard er fødd í Florida í 1964. Annar filmurin er spildurnýggjur og gjørdur til Netflix. Heimildarfilmurin sigur søguna um Anna Nicole Smith, sum í veruleikanum eitir nakað heilt anna

Hvar parkerar tú orðið parkering

Fyri árum síðan var ein viðfevnd og glæsilig frílendisætlan gjørd í Havnini, frá Hvítasandi, har tyrlan lendir, út á Boðanes og allan vegin niðan við Hoydalsá og gjøgnum dalin og grøna økið, sum har er. Vakurt og visjonért, serliga tá gongugøturnar styrkja og styðja upp undir ætlanina, sum ikki bara er ein abstrakt skriviborðstekning, men til borgarans besta at brúka.  Og hvat er sjálvsagdari enn tað.  Borgarin hevur jú sjálvur betalt heila gildið. Tað ger hann altíð. Eisini tá rembingar eru í kommunalinum, har fólk hava sín fulla rætt at stilla upp, hóast avrikini ikki altíð hava verið so burðardygg og framtíðartryggjað, heldur ikki tá umsitingarligu avrikini, móti betrivitandi, ætlaðu at forfjóna søguligar varðveitingar, sum til dømis Skansan. Nú fer kommunalið at gera broytingar í hesi somu frílendisætlan uppi í Hoydølum. Ikki tí, eingin aktivitetur er har, men tað er hitt, tú veit, sum kommunalið elskar og altíð hevur elskað. Tað byrjar við P og er so væl fjalt í fundarfrágreiðing

Innpakkaður býur

Meðan Havnin ger seg summarklára, tita turistar úr hvørjum króki, at fáa eina mynd úr hesum eksotiska miðbýi. Haldi meg síggja, at okkurt myndafólk heldur, at tað munnu vera lokaltlistaligir eftirkomarar hjá bulgarska Christo, ið gera um seg. Tað var hann, sum pakkaði brúgvar og hús inn, so leingi hann livdi.  Pont Neuf í París, ríkisdagsbygningin í Berlin, the Gates í Central Park og Triumfbogan í París, sum øll vórðu pakkað inn, wrapped , sum sermerktu listaverkini hjá Christo vórðu kallað í býarrúminum. Á sama hátt eru bygningarnir í Havn í dag pakkaðir inn í krympiplast, og arbeiðsuppgávur í miðbýnum eru enn fjaldar av kulissum, sum var tað í Hollywood.  Nú er leingi bíðað, at fáa eina fatan av, hvat kommunan skal fáa hetta skattafíggjaða trivnaðarátak at blíva til. Sigst, at í summar verður alt á Vaglinum klárt og liðugt. Í hvussu er á ólavsøku. Livst so spyrst.  Men úti á Bacalao liggja teir báðir russararnir, Melkart 4 og 5, og fáa olju, kanska hina síðstu, frá Magn. Tað velst u

Tummas Jákup við øðrum eygum í Hæddini

Hvar hann so er, er tað altíð nakað fjálgt at vera til framsýning hjá Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, sum sæst longst til høgru. Hini, sum síggjast á myndini, sum Ole Wich tók, eins og allar niðureftir, eru Tóta, Paula og Meinhard. Tummas Jákup er aktivt eygleiðandi, og systrarnar eru altíð har, at minna meg á, at vit eru tríðmenningar, og annars um øll ættarbondini úr Gøtu.  Framsýningin, sum í hædd og breidd fer um flestu høli hjá arbeiðsmannafelagnum í Saltangará - í Hæddini er tað ikki til at finna útav, um vit eru í Heiðunum, Saltangará ella Runavík - telur í framsýningarskránni 192 talmerkt verk.  Tá er Fjepparsalonin hjá Tótu Árnadóttir, Paulu Gaard og Meinhardi Jensen ikki tald við. Tað eru tey trý, sum síggjast ovast, ið hava skipað fyri framsýningini við dyggum stuðli frá øðrum. Gjøgnum árini hava tey trý trúliga keypt verk frá Tummas Jákupi, sum síggjast í Fjepparasalonini, verkini. Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og fleiri hava stuðlað, og tað er ein fragd at koma inn