Skip to main content

Posts

Skannarin tekur fepurin av pressuni

Poddvarpið hjá Øssuri, Skannarin er komin afturíaftur, hesuferð við ískoytisheitinum 2.0 sum indikerar, at poddurin er staðin upp av nýggjum og á ein nýggjan hátt, hesuferð á miðlapallinum VP, men til innihalds og í formati er hann hin sami sum fyrr, eisini við Brynhild sum medverti. Longdin er knappur tími. Eyðennislagið er nýtt og lagaligt, kanska í so lagaligt, men uppleggið er tað sama, ein kritisk innleiðsla, sum lærarar elska at siga, innleiðsla, í føroyska miðlalandslagið, altíð við einum tíðarbornum kritiskum broddi, sum tó í hesi fyrstu útgávu tyktist lagaligari og róligari enn fyrr.  Men tá tú hevur lurtað eina løtu, kennir tú teg væl, ja tað beinleiðis klæðir sendingini, sum eg altíð velji at kalla ein podd, at hon er rólig, sendingin. Rólig er hon eisini í argumentatión, skipan og framgongd, soleiðis minutt fyri minutt, og innslag fyri innslag, so eftir stendur ein lagalig heild, sum tykist mær væl grundað og gróðursett uttan nakað ekstraordinert hóvasták.  Eins góð er áví

Tíðartekin

Helst var tað eitt algoritmiskt tíðartekin, tá Fernando Pessoa stakk upp á Facebook henda seinasta arbeiðsdagin fyri feriuna: “It’s been a long time since I’ve been me”.  Umframt at vera ein av mest spennandi yrkjarum í Evropa í rímuliga nýggjari tíð, var hann tiltikin fyri at skapa sær ymisk nøvn, fimmoghálvfjerðs sigur onkur, ið hann dyrkaði, sum vóru tey livandi persónar á ymsum málum við ymsum motivum. Ikki sum dulnevni men heteronym, segði hann áminnandi.  Jú, tað var eitt tíðartekin, nú seinasta árið fyri at pensjónsaldurin byrjar, arbeiðsskeiðið fer at verða runnið, ellisbyrðan stendur fyri durum og Bob Dylan rungar harðari enn nakrantíð “There must be some way out of here”.  Og í svenska morgunsjónvarpinum siga tey, at rockpoeturin Håkan Hellström er farin at spæla aldrandi fótbóltsspælari í yrkisdeildini í nýggjastu videoútgávuni úr savninum Poetiska försök , har hann - tvey ár eldri enn Pessoa, tá hann fór úr tíðini - spyr: “Vem vill vara din vän när du har tappat glansen”. 

Á songarstokkinum má verða markið

Tríggir norðurlendskir filmsgranskarar, Gunnar Iversen, Mariah Larsson og Isak Thorsen skriva í hesum døgum Handbook of Nordic Cinema . Í hesum sambandi hevur Isak Thorsen skrivað ein kapitul um donsku Sengekant -filmarnar í Grønlandi, og spyr, um teir eisini hava verið vístir í Føroyum. Hóast lotur, er mítt svar eitt rungandi ja.  Við filmsgerð er tað í øllum londum so, at innlendskur filmur, ella tjóðskaparligi mentanararvurin, um hann so er filmur ella annað mentanaravrik, er sjálv beinagrindin í viðkomandi landi, tá umræður ikki bara filmsgerð, men so sanniliga eisini biografvirksemi, um tú vilt tað ella ei. Handilsliga uppgávan, tí hon liggur frammalaga, kanska fremst í júst hesi sjangru, er at finna fram til, hvat kann lokka fólk í biograf. Heldur enn filmslist, er hetta handilsmannskapur, sum liggur fremstur í samtíðini, har og tá lættir pengar eru at finna. Serliga fyrst í sjeytiárunum sæst, at nógvir danskir seingjastokkafilmar hava verið vístir í teim mongu føroysku biografun

Føroysk kanning avdúkar, at vandin fyri at fáa barnsburðartunglyndi er greitt undirmettur

Mikudagin 7. juni fer granskarin Sanne Storm at leggja fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum, meðan tær eru við barn og eftir at tær hava átt. Framløgan, sum er almenn, er í Kongshøll klokkan 15. - Altjóða gransking bendir greitt á, at tunglyndi og angist eru millum tær kendastu sálarligu avbjóðingarnar, tá kvinnur eru við barn og fyrsta árið eftir føðing, sigur Sanne Storm og leggur afturat, at hóast hetta, so eru hesi viðurskifti, ið natúrliga áttu at fingið fremstu raðfesting, lítið viðurkend og minni granskaði í føroysku heilsuskipanini. - Gransking prógvar eisini, at verður ikki gáað um barnsburðartunglyndi, sum tískil heldur ikki verður viðgjørt, so fær støðan álvarsligar avleiðingar fyri mammuna og barnið, og sálarligu heilsuna hjá allari familjuni og húskinum. Og tá verða umstøðurnar at byggja fyrsta trygga knýtið millum mammuna og barnið so mikið meira avbjóðandi, sigur Sanne Storm í samrøðu við Birkblog um hennara dr

Pallmentan hevur tað ikki gott

Hagstovan hevur rullað seg út við tølum, sum eru sigandi sjónlig og nú eisini løtt at lesa við góðum grafikki. Velja vit tann partin av pallmentan, sum er sjónleikir og biografar, síggja vit hvussu gongdin hevur verið síðan aldarskiftið, tá umræður leikir og vitjandi til sjónleikir, umframt filmsýningar í biografum. Frá 1998 til og við í fjør, hava bestu árini til sjónleik verið 2009 við 31 áhugaleikum, meðan besta árið til yrkisleik var 2019, tá ellivu yrkisleikir vórðu settir á pall kring landið. Lakasta árið til áhugaleik var fyrrárið, tá bara tríggir leikir vórðu. Árið undan vórðu eins fáir yrkisleikir, tríggir, settir á pall. Sama lágpunkt rakti yrkisleikur í 2005 og 1998. Mátið fyri at føroyskur yrkisleikur anir, men ikki doyr út, er eftir hesum at døma trý leikverk um árið.  Hyggja vit í sama tíðarskeið eftir vitjanartølunum sæst, at tá einki er at hyggja eftir kemur eingin. Hinvegin er tað ikki vist, at tá flestu leikir eru at síggja, aktiverar tað flestu áskoðarar. Hóast ein á

Homo Danicus

Sjónvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein, O móðurlandið , eru lidnar og hava skapt nógv kjak, akkurát sum sendingar eiga at gera. Tað er teirra endamál.  Tobbi, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur var við í sendingunum, skapti hugtakið Homo Danicus at lýsa helst einasta mentanar- og tulkingarfelagsskap, sum ikki er danskur, men tó hevur danskheit og alt, ið danskt er, sum livibreyð, fyrimynd og lívsendamál.  Hetta er vælrakt hugtak. Men hugtakið er eins og tær seks sendingarnar ikki ein framseting á Setrinum, fíggjað sum phd lestur, men tignarleys framleiðsla til fólkið.  Tá liðugt er, kunnu vit øll meta um partarnar og avrikið, yppa øksl ella frøast, alt eftir hvønn tilverurætt vit hava tiltuskað okkum í almenna rúminum, hvønn kjakvong vit av onkrari orsøk bekenna okkum til og hvussu vit fata og handfara miðlar og tær sendingar, har eru.  Ein sending er eins og ein konsert einki annað enn júst tað hon er. Rein konkretisma.  Vit kunnu illani hyggja at eini sending og hugsa okkum til, ella

Filmsummæli: 70 metra dýpið

Meðan vit kundu dusa okkum við nýggju CGI versjónini av Lítlu Havfrúnni hjá Disney, bar eisini til í Mentanarvikuni at skotra seg í stólin í Løkshøll og hyggja, meðan tey tendraðu heimliga filmin, 70 metra dýpið , har Bogi Krossteig er fyrstur at kava niður á russisku Olshanu, sum rendi á Flesjarnar og sakk í 2007.  Álvarsemið í ætlanini verður ikki minni, tá Bogi sigur, at hetta er lívshættisligt. Kortini kavar hann. Og vit sleppa við. Eri sannførdur um, at filmur, tá hann er bestur, er munadyggasti miðil at lata seg tøla av og síðan verða førdur við í annan heim. Filmar, um skip sum søkka, eru millum mest sæddu á stóra løriftinum. Hóast teir viðgera sama evni, hava stuttfilmar ongan pall ella marknað. Arbeiðið er con amore og drivið av áhuga, til onkur biografur sær møguleikan fyri forfilmi ella inngangi til ein annan hóskandi biograffilm.  Í hesum avmálda filmi, sum varir tjúgu minuttir, eru upptøkurnar av teim tilsamans átta kavingunum og øllum fyrireikandi samrøðunum og tingingu

Barnabókin, sum aldri varð

Mia H. Smith: Olaf sær ein krígsbil Gangandi fram við vakstrarhúsinum í Tórsbyrgi, nú Mentanarnátt er í hondum, kom eg í tankar um gamla handritið til søguna, sum abbasonurin, Olaf, og eg funnu uppá, tá vit høvdu verðið niðri á kampingplássinum, og sæð ein týskan krígsbil, har tey grillaðu pylsur. Akkurát sum á Mentanarnáttini. Grannin, Heðin, rættlas og Birgit bjóðaði sær til at umseta til týskt og íslendskt, tí har var segmentið, tey rópa, tað er væntaði bólkurin av týdningarmestu lesarunum. Fryntliga forlagið í Vestmanna vísti til Havnar, har tey gjørdu bøkur til børn. Men maktfulkomna bókakonan í Havn svaraði mær, at fongurin yviri við Strond var einkið annað enn rótutur, at bókmentaliga nevndin saknaði mál og mið, at teksturin var tilvildarligur, og ovfyltur við vaksnum viðmerkingum.  Nú Mentanarnáttin aftur er í hondum, og skrivigluggin tødnaði við enn einum ári, tók eg søguna upp aftur úr talgildu skuffuni, og helt, at ber ikki til at publisera á pappíri, so ber til á egnum blog