Vitlíki, sum er ársins orð, hevur sett skúlan á eitt heilt nýtt og kanska kollveltandi vegamót. Ikki tí, tað er í skúlans nattúru og mergi, altíð at vera á vegamóti, men vitlíki er við serligari styrki komið inn á okkum, um vit vilja tað ella ei. Í gjár kunngjørdu tey 27 ES limalondini úr Brússel, at tey eru samd um bindandi lóg fyri vitlíki, The Artificial Intelligence Act. Politico skrivar í dag, at "The law would ban some applications of AI technology, impose strict limits on use cases considered high-risk, and hem in the most advanced software models with obligations of transparency and stress-testing. The EU is the first out of the blocks in laying down binding rules for fast-moving AI technology. Even if many countries and international clubs - from the OECD to the G7 - have spent the past few years pondering how to regulate AI, most have stuck to voluntary guidelines or codes of practice." Verksmiðjurobottar og bilar úr Kina, sum koyra sjálvir, hava vit hoyrt um í