Guðni Sigurðsson, samskiftisleiðari í Icelandair, í SMS í dag
Í dag skipaði Icelandair fyri familudegi í SMS, har nógv fólk var savnað, tí útsøluendabrestur er. Amerika er nærri enn nakrantíð, hevur tú hug at ferðast tann vegin, og beint nú við serligum avsláttri.
Í fjør knýtti Atlantsflog okkum til Amerika við beinleiðis ferð til New York, har eg hitti Emily Stoddart, sum er framsýningarleiðari í Scandinavian House, og saman við Kyle Reinhart skipar fyri stórari føroyskari framsýning í apríl. So knýtið og áhugin er eisini hinvegin, úr Amerika til Føroya.
Føroyska samstarvið við Icelandair, sum fimm til seks ferðir um vikuna fer at flúgva higar og knýta seytjan norðuramerikansk ferðamál afturat okkum, kann lætta trýstið í Íslandi, har nógv amerikansk ferðafólk koma.
Í tíðarskeiðnum 1. mai til síðst í oktobur fer Icelandair at flúgva við DHC Q400 propellflogfari við 76 sessum úr Keflavík kl 08:30 og úr Føroyum kl 14:30. Flúgvitíðin er 95 minuttir.
Íslendska og føroyska flogfelagið fara eisini at víðka um evropeiska og norðuramerikanska samstarvið, so tað kann geva viðskiftafólki "seamless connections between the companies’ networks", sum Guðni Sigurðsson, samskiftisleiðari, sigur á enskum, tá eg møtti honum í SMS í dag. Hann er avmyndaður omanfyri.
- With magnificent, unspoiled nature, exceptional hospitality and excellent food culture, the Faroe Islands have a lot to offer as a tourist destination. The Faroes have long been a popular destination for Icelanders and are rapidly growing as a destination for travellers from the US and Canada, sigur Guðni í enskum tíðindaskrivi frá Icelandair í kvøld.
- We are very excited and happy about this new connection to Iceland, that gives us the opportunity to increase the number of guests from the United States, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands í sama skrivi.
Tómas Ingason, sum er fíggjarstjóri í Icelandair, sigur:
- It is a pleasure to resume flights to the Faroe Islands and we have seen great interest in this exciting destination in all our markets, especially in North America. On the family day at the SMS shopping center, we presented this new route and had a great time with families in the Faroe Islands.
Guðni, Tómas og onnur starvsfólk hjá Icelandair, eru her við amerikanskum journalistum, sum fara at skriva um ferðamálið Føroyar.
- The main goal of our trip is to promote our new connection between Iceland and the Faroe Islands. The service connects well to Icelandair’s network in North America and creates very convenient connections from 17 destinations in North America to the Faroe Islands via Iceland, and of course creates the same options for people starting their journey in the Faroe Islands. We have already seen great interest in North America and are hoping to increase the number of American tourists to the Faroes, sigur Guðni Sigurðsson, samskiftisleiðari í Icelandair við Birkblog í dag.