Skip to main content

Posts

Vitlíki - skúlin á vegamóti

Vitlíki, sum er ársins orð, hevur sett skúlan á eitt heilt nýtt og kanska kollveltandi vegamót. Ikki tí, tað er í skúlans nattúru og mergi, altíð at vera á vegamóti, men vitlíki er við serligari styrki komið inn á okkum, um vit vilja tað ella ei.  Í gjár kunngjørdu tey 27 ES limalondini úr Brússel, at tey eru samd um bindandi lóg fyri vitlíki, The Artificial Intelligence Act.  Politico skrivar í dag, at "The law would ban some applications of AI technology, impose strict limits on use cases considered high-risk, and hem in the most advanced software models with obligations of transparency and stress-testing. The EU is the first out of the blocks in laying down binding rules for fast-moving AI  technology. Even if many countries and international clubs - from the OECD to the G7 - have spent the past few years pondering how to regulate AI, most have stuck to voluntary guidelines or codes of practice."  Verksmiðjurobottar og bilar úr Kina, sum koyra sjálvir, hava vit hoyrt um í

Ódnin bleiv politisk

Ikki havi eg varnast fyrr, at politikarar brúka veður og vind sum taburett at standa á, nú teir hava tørv á at skapa sjónligheit, tí hann lotaði. Men tað hendi í dag.  Fyrsti var Bjarni K. Petersen í Framsókn, sum er landstýrismaður í lógarmálum, ið lovprísaði so mongum veljarum sum løgreglu, átaksleiðarum, sjúkraflutningi, sløkkiliði, bjargingarfeløgum, og mong onnur, sum hann sigur í eini politiskari tøkk, nú ódnin brast á um alt landið og útvarpið sendi allan dagin.  Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum er úr Javnaðarflokkinum, vil ikki standa aftanfyri. Til miðlarnar sendir hann eina heilsan, í stíli sum nýggjársheilsan, har hann takkar enn fleiri fólkum, hópum og veljarum, enn Framsóknarmaðurin fyrr um dagin.  Eftir ódnina í dag, sendir hann ódnartøkkir og -heilsanir til "bjargingarfeløg, sløkkilið, løgreglu, Landsverk, Veðurstovu Føroya, KVF, aðrar miðlar, sjálvboðin og nógv onnur, sum vóru klár um alt landið" og ikki minst øll tey, sum vóru til arbeiðis. Nú manglar bara,

Tað tekur leyst

Hetta er útsýnið úr køksvindeyganum beint áðrenn klokkan ellivu í morgun.  - Tað tekur leyst, sum eg hoyrdi Ivan úr Nólsoy siga nakað herfyri, tá sýnið yvir fjørðin var tað sama við glaðum, ella sum orðabókin sigur: guva á sjónum, ið hvirlast upp av kastivindi.  Onnur orð um veðurfyribrigdið eru meldurglaða og meldurhvirla.  Sagt verður í orðabókini, at fjørðurin kann standa í einari glaðu, ella hann leggur ikki glaðuna niður, hann glaðar alla tíðina.  Hann, sum sagt verður um guddómin, ið er identiskur við veðrið, ljósið og myrkrið.  Men longu á middegi dróg hann frá, einar tveir tímar fyrr, enn eg eftir veðurforsøgnunum hevði gjørt meg út til. Nú er illveðrið við Norrakystina, sum teir gomlu søgdu, tá teir lógu úti á redini. Myndirnar omanfyri og niðanfyri tók eg við 35 mm linsu. Trýst á, og tær verða størri.

Tá Finnbogi var í hvørjari stovu

Nú vísti Finnur Koba okkum tvær framúr og stuttliga kliptar sjónvarpssendingar um dagarnar fyri fjøruti árum síðan, tá Sjónvarp Føroya bleiv til, heilt nágreiniliga hin fyrsta apríl í 1984, tá vit fingu henda nýggja miðil inn á okkum, í almennum og lógligum líki.  Ikki tí, tey, sum fyrr búðu í Danmark, høvdu bæði sjónvarpskassa og videobandupptakara við sær, tá tey komu aftur til úthavsoynna Føroyar, har vit onnur vuksu upp uttan sjónvarp, mitt í Vesturevropa. Her var heilagi monolitturin Útvarpið hjá Niels Juel. Síðstu árini í 70’unum arbeiddi eg á Bryggjubakka, har eg saman við Elini Heinesen skrásetti spolabandsupptøkur við Símuni Nónklett, sum Janus Mohr hevði fyriskipað við klaverspæli hjá Rigmor inni í Eysturoynni.  Einuferðina varð eg sendur út í Læraraskúlahøllina við einum Studer Revox bandupptakara og eini Sennheiser MD421 mikrofon, henni, sum líktist barbermaskinuni.  Við høvuðtelefonunum uppiá, varnaðist eg fyrstu ferð tann mikla trega, sum ljóðfólk fáa, tá onkur hostar, ei

Icelandair við 17 ferðamálum til Amerika

Guðni Sigurðsson, samskiftisleiðari í Icelandair, í SMS í dag Í dag skipaði Icelandair fyri familudegi í SMS, har nógv fólk var savnað, tí útsøluendabrestur er. Amerika er nærri enn nakrantíð, hevur tú hug at ferðast tann vegin, og beint nú við serligum avsláttri.  Í fjør knýtti Atlantsflog okkum til Amerika við beinleiðis ferð til New York, har eg hitti Emily Stoddart, sum er framsýningarleiðari í Scandinavian House, og saman við Kyle Reinhart skipar fyri stórari føroyskari framsýning í apríl. So knýtið og áhugin er eisini hinvegin, úr Amerika til Føroya.  Føroyska samstarvið við Icelandair, sum fimm til seks ferðir um vikuna fer at flúgva higar og knýta seytjan norðuramerikansk ferðamál afturat okkum, kann lætta trýstið í Íslandi, har nógv amerikansk ferðafólk koma. Í tíðarskeiðnum 1. mai til síðst í oktobur fer Icelandair at flúgva við DHC Q400 propellflogfari við 76 sessum úr Keflavík kl 08:30 og úr Føroyum kl 14:30. Flúgvitíðin er 95 minuttir.  Íslendska og føroyska flogfelagið f

Skulu vit banna telefonum í kirkjuni?

Í morgun eru nýkosnu donsku kongshjúnini í kirkju í Aarhus. Veitsludagurin verður hátíðarhildin í danska sjónvarpinum, public service kanal nummar eitt, meðan TV2 sendir Sommer i Tyrol .  Tað er heilt vist, skuldi nakar ivast, at á teim røttu kanalunum hava kongshjúnini eydnast at sementera tankan um eitt modernað kongshús og duga fyrimyndarliga at halda fast í tí symbolikki, sum uttan sjónlig vápn og annan potensierandi útbúnað, skapar tankan um ósvitaliga makt.  Alt er í pakt við fólkið.  Eingin ivi er um, at vit eru í oddinum av maktini í danska ríkinum.  Hugtakandi, hvussu makt kann spinnast upp úr ongum. Hugtakandi, hvussu vit kunnu leggja makt inn á kirkjugólvið, bjóða teimum røttu við og senda í public service sjónvarpi og savna eitt kongaligt lið av ummælarum í vetrarkalda túninum, sum púra laiv kommenterar øll ritual og alt tað, sum fer fram henda fólksliga veitsludag, har eisini vanlig fólk hava eydnast at fáa billet, sum upp til fleiri kirkjugangarar eru fangaðir at siga, og

Ársins neyðrakett

Síðsta rakettin (Jens Klæmint Jacobsen 2023) Fyrr hevði Dimma eitt tiltak, tey róptu Ársins neyðrakett. Samstundis hevði Miðlafelagið eisini virðislønir fyri avrik úr journalistiska heiminum, tí føroyska, altso. Í dag er alt hetta burtur. Eisini Óli P, Pipar og Salt og V4 tættir. Við evarska fáum undantøkum er skipað satira reinsað burtur úr føroysku fólkasálini.  Men hov, tað er ikki heilt sætt.  Ein stjørna er eftir á seinasta føroyska satiriska skansanum.  Tað er Jens Klæmint Jacobsen úr Gøtu, sum fyrsta dagin fer um tey trýss.  Ikki tí, eingin miðil hevur boðið hon pláss, so hann publiserar sjálvur á egnum profili á Facebook og medvirkar trúliga á framsýningum í Gøtu skúla.  Framúr snøggur og beinrakin í strikunum og væl vinklaðu tíðarsøgunum, sum altíð raka eina kenda moralska útsøgn, sum í eini tilætlaðari tvístøðu skapar grundarlagið fyri listagreinini satiru í tíðarbærum føroyskum tekningum.  Akkurát sum norski Finn Graff, ið eg einaferð møtti í Haugesund á eini imponerandi fr

Aldarinnar Geytavinnari

Alla ta tíð eg sat í Geytadómsnevndini tosaðu vit um filmisk frásøgusnildi. Henda útloysandi faktor og førleika at siga søgur í myndum heldur enn orðum. Miðlarnir eru jú ymiskir og tískil ætlaðir til hvør sítt høvið og endamál, film og tekst. Í hesum grundtanka og eginleika vórðu filmisku og skrivandi talentirnar skildar hvør frá aðrari. Í dag, nú vælskrivandi danska drotningin legði frá sær, og lívskáti krúnprinsurin skuldi taka yvir, hvakk eg við, tá eg sá ein handska fara upp eftir nýgloppaðu hurðini, sum vóru vit í ræðufilminum Psycho hjá Hitchchock, har Norman Bates í svørtum og hvítum læt upp inn til mammuna. Síggi, at Ritzau eigur myndirnar og filmin av kongaligu løtuni. Hetta má so aftur siga og týða, at henda tíðindastovan er sloppin at filma og klippa løtuna, sum ikki var laiv. Hugtakandi at síggja so kompakt og effektivt myndamál.  Drotningin, sum enn situr í gullstóli, skrivar undir, innan hon víkur sess fyri kongasoninum, ommusonurin gevur henni gongustavin, hurðin hjá fr