Bjarki, Emma, Anna Lovisa, Filip, Jóhanna og Sophilia gera klárt at fara á pallin í Hoydølum Mynd: Birgir Kruse Sjónvarsendingin, sum hevur heitið Hoydalar , er hin fyrsta av fimm, og varir knappan tíma komandi hóskvøldini. Logo er teknað soleiðis, at stavurin O er blivin ein grammofonpláta. Hoydalar byrjar í Kringvarpsstíli við eini hástemtari mansrødd, sum sjálvspeiandi kunngerð teir dýrgripir og sangskattir, ið her hava savnast og ment seg. Beint sum eg undrist yvir tað pátikna patetiska í røddini, verður klipt til ein torpederandi og dekonstruerandi snúningssetning um, at nú er langt síðan síðsta pisan er floygd, og at alt ov leingi hevur verið kvirt. Eg gerist paff av hesum perfekt taimaða inngangi, ið lyftir seg sum ravnurin hjá Martini úr tú sjálvsagda skúlanum, sum einaferð var. Haldi, Thomas Koba eigur hana, góðu, sum í perfetto , inngangsrøddina. Og so er eitt transistorradio sambingarliðið, og vit eru on. Sum í on air . Mynd: Bjarni Árting Rubeksen ...