Hóast religiónir ikki hava ein høvuðsstað á sama hátt sum jarðisk lond, er Jerúsalem ein av heimsins týdningarmestu heilagu býum hjá fleiri stórum religiónum. Jerúsalem er heilagasti býur í jødadómi, ein av týdningarmestu býum í kristindómi og umframt Mekka og Medina, hin heilagasti býur í islam. Ísrael sigur, at Jerúsalem er høvuðsstaður landsins, og palestinarar síggja Eystur-Jerúsalem sum høvuðsstað í einum framtíðar palestinskum landi. Eitt heilt uppslag er í føroyska skúlaatlasinum frá 2014, sum viðger hesi viðurskifti undir yvirskriftini Miðeysturmálið. Fyri fyrstu ferð í øldir hendi tað í dag, pálmasunnudag, at ísraelska løgreglan tók sær rættin at forða fólki at sleppa í kirkju í teirri heilagu Gravarkirkjuni, kirkjuni við heilagu grøvini, Church of the Holy Sepulchre. Macron í Fraklandi og Meloni í Italia eru millum tey mongu, sum hava mótmælt: Eitt alment skriv, sum í hesum sambandi hevur verið frammi allan dag, er hetta: Felags Fráboðan frá Latíns...