Emma Griffiths, sum í fjórðingsøld hevur rikið egna pr skrivstovu í New York av filmi, filmstevnum og arbeitt persónliga fyri filmsleikstjórar frá Aki, sum í Kaurismaki, til Werner, sum í Herzog, beyð mær í dag at síggja nýggja heimildarfilmin hjá Búa Egason Dam, "Birita", ið hon marknaðarførir úti í heimi, og í dag varð sýndur almenninginum fyrstu ferð á CPH:DOX stevnuni.
Leikarar eru Birita Mohr, Egi Dam, Búi Egason Dam og
Tjóðhild Patursson. Framleiðarar eru Jón Hammer, Mark Steele og Durita Sumberg.
Meistarligi Franklin Symphor Henriksen hevur filmað við livandi kamera, kubanski
Ricardo Acosta hevur klipt og Tom Ryan sett atmosferufylta ljósið. Tónleikin
spælir amerikanski jazzgittaristurin, Bill Frisell, sum er kendur frá týsku
raffineraðu jazzplátunum, ECM, og í hinum borðinum frá amerikanskum akustiskum Americana
og bluegrasshøpi. Vit hoyra eisini Ega spæla á klaver og syngja Leonard Cohen
sangin "If It Be Your Will", sum Mavis Staples syngur í endanum. Filmurin varir
89 minuttir.
Hetta er annar filmur, ið við Føroyum sum støði, pallseting
og dialogi, vendir sær til altjóða marknaðin í einum algildigum listaligum
favntaki. Hin fyrri var "Mammuskepilsi", sum svenski Gustav Ahnelöv
hevur framleitt fyri Mariu G. Tórgarð og selur úti í heim.
Í heimildarfilminum "Biritu" fáa vit longu í
anslagnum, ráðagerðini, greiða ábending um, at Birita er ikki mentalt til
staðar, men tó, glottar eru bæði taktilt, tá tosið verður nær, andlit til
andlits, og so heilt serliga í rørslu, sum skjótt, natúrliga og lættliga fáa
hana at dansa, ið greitt er tekin um ein intellektuellan sans og førleika,
rørslan og rørslurnar.
Skjótt fáa vit í hesum parti í filminum eisini innlit í
avgerandi týdningin at skjalfesta og yvirhøvur at hava eina mentanarliga
miðlaframleiðslu í útvarpi og sjónvarpi, ið javnt og samt lýsir føroyska list
og mentan.
Og so er tað yrkislistarligi karmurin, Sjónleikarhúsið, sum beint
nú fyllir hundrað, og hevur sett Biritu sum mynd yvir pallinum millum Gaman og
Álvara. So er vøllurin strikaður av.
Nú verður klipt til ivamál og tvístøður um at fara á stovn, og
um eitt lív er tað sama sum røkt av fremmandum á stovni.
Eins og í Geytavinnandi filminum hjá Mariu Tórgarð,
"Mammuskepilsi", verður familjan løgd á blik fyri øllum heiminum, tí
hesir báðir filmar vilja greitt hava Heimin á tal, allan sum hann er.
Filmurin verður ein djúp eygleiðing, eisini við bráddligum gráti
frá høvuðspersóninum, sum hjá áskoðaranum verður nemandi millum tað privata og
almenna.
Og mitt í hesum álvarspráti, verður Búi knappliga ein heilur
filmur fyri soninum bara í ljóði beint úr djúpa heimastólinum. Framúr klipp.
Fakliga kjakið á kaffistovuni, Brell, er um, hvørt hetta er
rætt ella skeivt, at gera leikin "Lear, kongur", sum er
undirliggjandi søgan í samansetta heimildarfilminum um Biritu. Búi leitar, hóast hann í orðun er
avgjørdur um, at hetta er tað rætta. Tú fært eitt respektfult innlit í eina sjónleikarafamilju
og Sjónleikarhúsið, sum eigur at blíva tjóðpallur.
Brotið
hjá Tjóðhild um móðurkøku er passandi ekstremt, og riggar væl, tí tað skapar
eitt revolterandi útpunkt í hampuligu filmisku søguni, sum seinni hevur eina
pay off funktión. Sama er, tá Búi masserar ryggin og búkin á Tjóðhild, sum skal
eiga hvørja løtu. Nýbrot á filmi, grafiskt vakurt og sementerandi í frumstyrki.
Miðalvarpingarnar
hjá Ega eru hugvekjandi gjøgnum allan filmin. Sum at svørja illar andar langt
burtur og søkja tað góða, sum at rista kross fyri seg, frá eini løtu til aðra. Tað
týdningarleysa far týdning, í hesum ongamannalandi við bíðan, leitan og strevi,
eisini donsku vendingarnar hjá Ega, sum eru vanligar í Havn.
So hugsi
eg at vit fara við Biritu inn á Tjarnargarð, og í Sjónleikarhúsinum verða
teskarar settir uttan um Biritu. Teskarar fyri minnisveik. Ein vakur tanki, ein vakur tekstur, settur saman av vøkrum orðum. Tá eg
havi mist vitið, hvør verður tá mín teskari. Filmurin hevur rakt meg og nátt
einum djúpum endamáli, sum er eyðkennið fyri góðan film. Nærvera og førleiki at
miðla torskild og ósigandi evni.
Og í
sjálvum sær ein inngangur til "Lear, kong".
So er
sterk klipping til heimaføðing við jarðarmóðir.
Ítøkiligi karmurin verður viðurskiftini millum ættarliðini við kropsligari nærveru. Traðka
vit eitt vet burturfrá, síggja og fata vit, at øll uttan um hana, bera hana,
høvuðspersónin Biritu. Tað er kjarnin í filminum, sum eg skilji hann.
Búi sigur
móðirkøkuni takk fyri at hava givið teimum Frey. So eru vit aftur í eksistentiella
filmsyklusinum "Seks spurningar um at vera menniskja".
Tá Mavis Staples endar við at syngja Leonard Cohen Sangin "If It Be Your Will", er løtan fullkomin. Ein uppliving av teim sjáldsomu, at
sleppa at hyggja inn í eitt húski, sum er sett saman av sjónleiki, og nú rakt
at Alzheimers, og hvussu tey koma viðari í kærleika og respekt meðan vit øll
hyggja.
Ríkt, at vit sum smátjóð kunnu bjóða Heiminum tveir filmar
um lekjandi kraftina í sjónleiki. Takk for persónliga dirvið, takk fyri filmisku
upplivingina.
Filmsfelagið, sum fer at sýna filmin um Biritu mikudagin hin 15. apríl, har leikstjórin Búi Egason Dam, fer at innleiða, sigur soleiðis um filmin:
Í Havn er ein
bólkur av sjónleikarum, sum fer at seta klassiska leikin “King Lear” eftir
William Shakespeare á pall. Samstundis er ætlanin at fagna høvuðsleikaranum,
Biritu Mohr, ið hevur Alzheimers. Filmaði leikurin gerst nemandi og djúpt
persónligur, ikki minst tí, at leikstjórin er Búi Egason Dam, sonur Biritu.
Við hesum
heimildarfilmi er Búi drivin av sannføringini um, at hóast mamman hevur mist
førleikan at tosa, so leingist henni at sleppa aftur á staðin, sum fyri ein
stóran part hevur definerað hennara professionella lív, sjónleikarapallin, ið
nú verður varpaður upp á filmsløriftið.
Sum leikstjóri
skal Búi stríðast fyri at rættvísgera treytirnar kring verkætlanina, meðan
pápin, Egi Dam, ið nú er pensjoneraður leikstjóri, roynir at skapa javnvág
ímillum umsorgan og egnan trivnað.
Mitt í øllum
hesum merkisverda fyritaksemi verður káta nærveran hjá Biritu ein kærkomnin
lættleiki í tilgongdini, so filmsgerðin fær djúpa ávirkan á øll, ið eru við.
Nýggi føroysku heimildarfilmurin, “Birita”, er ein filmur, sum fer beint í
hjartað og verður har.
Tá skráin hjá
Filmsfelagnum byrjaði í august í fjør við filminum The Great Lillian Hall, har
Jessica Lange er Broadwaystjørnan, ið verður rakt av Alzeimers, innleiddi Egi
Dam sýningina við nemandi orðum um Biritu.

%20%20(1).jpg)

Comments