Skip to main content

Vit liva í óhugnaligum tíðum

 

Meðan bakmenn úr okkara egna ríki verða funnir sekir í søguliga stórum rúsevnamálum, ið oyðileggja nógv ung lív í ævir, verður skuldin fyri øll brotsverk varpa á muslimar. Teir eru hvørki ákærdir ella funnir sekir, tí teir eru slettis ikki til her. Giti, tað eru múgvandi bakmenn, ið keða seg so mikið, at teir vilja hava ein rús, og lokka ungar menn at smugla um markið við lyfti afturfyri, at skora lívsins stóra vinning.

Tað er freisting, sum eingin kann standa fyri. Lokkaður í felluna og dømdur í fongsul í fleiri ár. Eitt nýbyrjað lív oyðilagt av pengasterkum monnum, sum í berum keðsemi ikki vita sær annað, enn rúsin.

Allíkavæl hava vit hesa hondføstu projisering alla staðni í samfelagnum, so hondføst, at hon nú er eitt arbeiðsfelt hjá ídnum politikarum. Undirtøkan er fenomenal, kanska tí vit vilja keypa okkum avlát, ella bara síggja prikið í eini fíggindamynd, sum eingin kann greiða, sprottin av einum skúla, ið einoygt og øllum lutum byggir á kristnu trúnna.

Eitt lættkeypt offur í hesari institutionellu fremmandaeitran er muslimurin, ið eingin hevur sæð herheima. Júst tí er lætt at gera hann ómenniskjansligan. Og tá fýra fólk sigast vilja finna ein stað at rúma teirra trúarvarianti, er ein sjónlig orsøk og motiv at peika, skapa polarisering og kasta við ókvæmisorðum í kristnum Facebookbólkum.

Tað, sum pínir meg mest er, at tilkomin fólk úr míni egnu samkomu við fullum navni og í ramasta álvara draga fram søgur úr okkara grannalondum, ið oftast eru liðisøgur og feyknjús, ið einki annað hava til endamáls, enn at skapa hatur móti einum etniskum bólki av fólki, sum er meir enn eina armslongd burturfrá.

Í einum polariseraðum heimi við Trump í einum realitysjovi og Orban í einum kanska enn veruligari realitysjovi, er danska fólkatingsvalið, sum var fyrradagin, hin ófrættakendasti pallur eg havi upplivað av fremmandaræðslu, xenofobia.

Zenia Stampe, sum er fólkatingslimur fyri Radikale Venstre, skrivaði um dagarnar soleiðis á Facebook: "Jeg er træt af, at vi alle går rundt og pakker det åbenlyse ind: Dansk Folkeparti er et racistisk parti med en kriminel partileder. De går til valg på en grundlovsstridig forfølgelse af et religiøst mindretal. De vil føre Danmark i en retning, der minder om Trumps USA eller Orbans Ungarn. Det er ufatteligt, at der er partier, der stadig mener, at DF er legitime samarbejdspartnere. De bør isoleres på deres højrefløj, som de ekstremister, de er."

Orðini østu eisini føroyingar, sum á ólavsøku taka við opnum ørmum ímóti júst formanninum í Dansk Folkeparti, so hann kann ondulera og rulla okkum inn í hin fyri okkum so fremmanda xenofobiska hugsunarháttin og heimsmyndina.

Tíðirnar eru blivnar óhugnaligar, siðan Trump á øðrum sinni kom til. Nú er óhugnin kom higar til okkara, her hann tykist hava ótrúliga góðar vakstrarvánir og tað best í tí minst væntaða religiøsa urtagarði.

Vit liva í óhugnaligum tíðum.

Dorthe Pedersen tók myndina av lýsingini á nesinum niðan móti Mannbrekku

Comments