Skip to main content

Listin er elitisk og ikki demokratisk


Viðtal, Dimmalætting mars 2006:

- Listin er altíð fremst í einum samfelagi, eitt úttrykk og støðumet av okkara støðu, og missir listin hetta frælsið, so kann hon ikki longur verða nýskapandi, sigur Rannvá Kunoy. - Tað kann ikki vera líkarættur um, hvør sleppur við á hvørjar framsýningar, ella um hvør sýnir fram í Listaskálanum. Vit avgerða ikki hettar - listin ger tað

SamrøðaBirgir Kruse

- Tað hevur altíð verið málningurin, ið hevur havt mín áhuga, tað er nakað heilt serligt at skapa eina aðra verð við dýpd og tonkum á einum tvídimensionalum flata, sigur Rannvá Kunoy, tá ið eg spyrji hana um hví, hon valdi myndlistina sum lívsleið.

Einsamøll í London

Listarlig miðstøð hjá Rannvá er stórbýurin London. - Hetta er ein miðdepil fyri list við størstu søvnum og gallaríum, ið skapa eitt umhvørvið, har listin altíð má máta seg við framsýningar á høgum støði. Sum føroyingur valdi eg tí at útbúgva meg her, ið bæði avbjóðingar og krøv eru hørð. Og so er tað kanska eisini ein feril av tí romantiska, at vera einsamøll í stórbýnum og mála, leggur Rannvá ertandi afturat í miðjum London, har hon júst hevur selt nýggjasta málningin (myndin), sum mátar 230 x 120 cm til kenda savnaran Stuart Evans.

Yngsta listakvinnan

Umframt at arbeiða og sýna fram úti í stóru verð, gevur Rannvá sær eisini stundir at vitja her heima. 23 ára gomul skrivaði hon í 1999 søgu sum hin yngsta nakrantíð at sýna fram í Listaskálanum. Síðani hevur hon arbeitt og sýnt fram á so forkunnugum støðum sum spantiloftinum á Skipasmiðjuni í Havn. Tá forlagið Sprotin í 2000 gav út bókina ”Myndlist í Føroyum”, var Rannvá yngsta listafólkið at fáa listaverk endurgivin og umrødd. Tvey ár seinni hevði 27 ára gamla Rannvá einstaklingaframsýning í Galleri 27 í Oslo. Hetta er næstelsta privata gallarí í Noregi og hevur hýst Odd Nerdrum, sum 5. august fer at sýna fram í Listaskálanum.

Trý ára starvsløn

Í juli 2004 gjørdist Rannvá hin fjórða í røðini at fáa trý ára starvsløn úr Mentanargrunni landsins. Rói Patursson, formaður í grunninum, segði tá við Dimmu, at Rannvá fekk landsins drúgvastu starvsløn, tí hon hevði uppiborið tað. - Hon er ein av nógvum dugnaligum og djørvum listakvinnum og hon hevur megnað at skapt sín egna samleika í sínum arbeiði, segði formaðurin.

Stuðul og áhaldni

- Eg havi mangan undrast yvir hvat skal henda fyri at ein slík avgerð, sum at vilja mála, skal takast, sigur Rannvá og grundar yvir hví og hvussu tað kom í, at hon valdi myndlistina. - Eg haldi tað er nakað, ið er givið einum og tískil teknaði eg altíð nógv sum yngri, men eftir hetta má vilji og hart arbeiði til fyri at halda áfram, sigur Rannvá, sum leggur afturat, at hon fekk dyggan stuðul frá foreldrunum, tá hon gjørdi av at fara á listaskúla.

Ógvusligt og tó viðbrekið

Á fyrstu stakframsýningini í Listaskálanum í 1999 skakaði Rannvá áskoðaran við stórum myndum, sum høvdu hina innvortis menniskjuna sum tema. - At síggja menniskjakroppin skornan sundur var hugtakandi. Innan sum landslag, havið sum blóðið, trøini sum nervar, men tað mest hugtakandi var friðurin og atmosferan, ið har valdar, sigur Rannvá í bókini ”Myndlist í Føroyum”. - Menniskjakroppurin er so kompleksur og viðbrekin, eins og lívið, og tað er hetta, ið eg ynski at framføra í mínum verkum.

Fyrireikingararbeiðið tók trý ár. - Fyrst at leita eftir evninum ella loysnum, hvussu tað kundi, ella skuldi útrykkjast, hvat tað var, eg vildi siga og hví. Eftir hetta máttu nógvar tekniskar royndir til, áðrenn eg kundi mála myndirnar. Tað byrjaði alt við eini kensluni av at seta tað ógvusliga upp móti tí viðbrekna, minnist Rannvá, sum eisini er onkran avstikkara í Grafiska verkstaði Føroya í norðara enda av Listaskálanum.

Tankar og tøkni

- Eg gjørdi mítt fyrsta steinprent í 1999 á Grafiska verkstaðnum, og eftir hetta var tað eingin vegur aftur. Eg bleiv hugtikin av, hvussu prentið opnar dyr og letur upp fyri tankum og tekniskum loysnum hjá einum málara. Tað er nú blivið ein partur av mínum arbeiði. Eftir hetta skilti eg betur Edvard Munch (1863-1944), og hvussu hann arbeiddi millum grafikkin og málaríið, tað gav honum eitt stórt frælsi, sum hann tordi at brúka, sigur Rannvá.

- Eitt annað, sum eisini gjørdi upplivilsið ríkari, var sjálvur Verkstaðurin, sigur Rannvá og letur tankarnar reika. - At tað í Føroyum er ein slíkur verkstaður er ótrúligt, tí her arbeiða altjóða og føroysk listafólk, og tískil hevur Grafiski verkstaðurin ein stóran leiklut í at fáa føroyska list sýnda fram lið um lið við altjóða list og listafólk.

Ungar listakvinnur

Ofta verður sagt, at ung fólk og serliga kvinnur hava trupult at koma fram og sleppa at stilla út í føroyska myndlistamumhvørvinum. Spurd um egnar royndir, sigur Rannvá, at ein skal ikki skunda sær at sýna fram. - Tað kann oyðileggja tilgondina og menningina í arbeiðinum. Eg sýndi fyrstu ferð fram eftir trý ára fyrireiking, sigur Rannvá, sum ger vart við, at í farnu øld hendu stórar broytingar og djarvar kvinnur, sum til dømis Eva Hesse (1936-1970), sýndu verk fram, ið vóru nýskapandi og settu spurningar við, hví kvinnur ikki høvdu eitt størri pláss í listini. - Hesum ættarliði av kvinnum eiga kvinnur í dag at veita eina stóra tøkk, sigur Rannvá og leggur afturat, at nú er so mangt øðrvísi. - Sjálvandi eru tað enn trupulleikar, sum í sjálvum sær altíð eru eitt stórt kjakevnið, men um ein skapar góð verk, so koma tey út í verðina.

Listin er støðumetið

Rannvá er ein av teimum 12 útbrótarunum, sum støðugt mótmæla starvssetanini av leiðaranum í Listaskálanum og tískil hava tikið seg úr Myndlistafelagnum og halda seg burtur frá Listaskálanum. Spurd um, hvussu leingi hetta stríð fer at standa við, nú greitt er, at eingin broyting verður, sigur Rannvá, at tað, ið er hent í Listaskálanum er eitt nógv størri og álvarsligari mál enn fólk flest higartil hava hildið. - Hetta snýr seg ikki um klandur millum listafólk og ein stjóra, men er nakað nógv størri og torførari at greiða frá.

- Eg haldi, at ein einkul máti at greiða frá hesum kann verða, um vit seta okkum sjálvum spurningin, um eitt samfelag kann liva uttan list. Svarið er sjálvsagt nei, sigur Rannvá, sum skúlað í list hyggur aftur í søguna og vísir á at lond, ið hava verið í stórari menning, samstundis altíð hava verið heimstaður hjá teim størstu og mest nýhugsandi listafólkunum. - Hetta vísir okkum, hvussu týdningarmikil listin er fyri eitt samfelag, sigur hon og ger vart við, at listin og serliga myndlistin er ikki ítøkilig og tí torfør at máta í ávirkanini á samfelagið. - Men støðan er tann, at listin er altíð fremst í einum samfelagi, eitt úttrykk og støðumet av okkara støðu, og missir listin hetta frælsið, so kann hon ikki longur verða nýskapandi, sigur Rannvá.

- Listin er elitisk og ikki demokratisk. Tað kann ikki vera líkarættur, hvør sleppur við á hvørjar framsýningar, ella hvør sýnir fram í Listaskálanum. Vit avgerða ikki hetta - listin ger tað, sigur Rannvá avgjørd og leggur afturat, at tað, sum er so vandamikið við núverandi støðu er, at nú er demokrati í listini og tí er eingin menning.

- Tað kann ikki vera demokratiskt, hvør sýnir fram á einum tjóðarsavni. Listaskálin og tey, ið stuðla hesi gongd, byggja ósjónligar múrar ístaðin fyri at flyta mørk. Ávirkanin, hetta hevur á okkara samfelag, røkkur nógv longri enn vit halda ella tora at hugsa um, sigur Rannvá.

CoBrA í Føroyum?

Tó, áskoðarin kann lítið annað enn fegnast, nú ein nýggjur myndlistabólkur er sprottin og heldur til og sýnir fram á Skipasmiðjuni. Og ein kann spyrja, um tað ikki bara er gott, mennandi og nýskapandi at Tey 12 skapa ein nýggjan listaligan bólk?

- Jú, bólkar verða altíð stovnaðir í listaliga umhvørvinum, og teir hava altíð megnað at flutt mørkini víðari í einum samfelagi og í listini, sigur Rannvá og nevnir úr rúgvuni bólkin CoBrA, sum tók navn úr Keypmannahavn, Brússel og Amsterdam og virkaði frá 1948 til 1951 og taldi eisini stóra danska listamanninum Asger Jorn (1914-1973).

- Men munurin er, at tílíkir bólkar vórðu stovnaðir av eini listaligari orsøk, sum var at flyta mørk, samstundis sum frælsi var í samfeløgum hjá hesum listafólkunum at taka slíkar avgerðir, sigur Rannvá og undirstrikar, at nýggi listaligi bólkurin er ikki stovnaður av trúgv, men at mótmæla støðuni, sum nú er. - Vit kunnu ikki stuðla tí, ið hendir. At vit í byrjanini av 21.øld eru í eini slíkari støðu, er tekin um, hvussu álvarslig støðan er. Her er ikki listaligt frælsi, sigur Rannvá og vísir á, at Listaskálin er eitt savn og ikki eitt gallarí. - Munurin er stórur. Eitt listasavn má vera við í teirri fremstu altjóða og innlendsku listini, seta kjak í gongd, provokera og stuðla føroyskari mentan, sigur Rannvá.

Ungu Føroyar í nýggjum ljósi

Á tíðindafundi mánadagin vísti savnsleiðarin Helgi Fossadal á, at Listasavn Føroya, umframt at sýna fram hvat føroyska listin stendur fyri, eisini verður listarligt vakstrarhús. - Vit sakna vakstrarlagið fyri tey heilt ungu, segði Helgi, sum komandi fýra árini fer at leiða savnið, eins og hann hevur gjørt hetta farna árið.

Listfrøðingurin Inger Smærup Sørensen hevur eisini áhuga í ungu føroysku listini. - Tað, sum er so spennandi við Rannvá Kunoy og øðrum av hennara ættarlið við, er, at hóast eitt greitt altjóða rák er í hennara list, so sleppir hon ikki føroysku traditiónini. Hon hevur ríkað føroyska landslagsmálaríið við nýggjum fagurfrøðiligum og innihaldsligum møguleikum, tí hon setur landslagið í nýggjan samtekst við hópin av tulkingarmøguleikum og lænir myndaligar staklutir, brot, ella hugløg úr filmsverðini, teldugrafikki, teknirøðum, fantasy- og vísindaskaldskapi, landsløg av mánanum, ella úr rennesansuni, sigur Inger og tekur saman um, at úrslitið hjá Rannvá er ein syntesa, sum alla tíðina víðkar um føroyska landslagsmálaríið, gevur tí nýtt perspektiv og nýggj frábrigdi, sett í nýggjar karmar.

Støðugt móti tí viðbrekna

Rannvá er av teirri áskoðan, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at tað almenna stuðlar listini. - Hon er kostnaðarmikil, listin, og hevur altíð verið treytað av fíggjarligum stuðli. Einaferð var tað kirkjan, ella patronar sum Medici-ættin úr Umbria, sum í renesansuni bíløgdu og áttu lívið í listini, sigur Rannvá og greiðir frá, at tað var eftir stakframsýningina í Oslo, at hon søkti um stuðul. - Eg hevði tikið tað avgerð, at eg vildi víðari og menna mítt arbeiði og tískil ikki sýna fram í tvey til trý ár, sigur Rannvá, ið kennir tað sum eina stóra ábyrgd at hava fingið so stóran stuðul frá Mentanargrunni Landsins.

Myndirnar hjá Rannvá, sum nú síggjast í London, eru komnar langt inn í eina nýggja menning, hóast tankin í sjálvum sær ikki er fluttur so nógv frá mósetningsfylta samspælinum millum tað episka, ógvusliga og hitt viðbrekna. – Málið, eg brúki, er alsamt vaksið, og myndaevnini eru ríkari og meiri samansett. Endamálið er støðugt at menna arbeiðið, lyfta tað á eitt hægri støði og sýna tað fram í einum altjóða høpi. Samstundis royni eg at gerast partur av tí altjóða ráki og listaliga kjaki, sum er dreymurin hjá einum og hvørjum listafólki. Frá hesi støðu haldi eg áfram, og um alt gongst sum tað skal, so er tað júst hetta, eg ætli mær at gera, sigur Rannvá og er takksom fyri stuðulin, hon hevur fingið, bæði persónliga og alment.

Birgir Kruse Dimmalæting mars 2006