Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2026

Vágskálin nummar hundrað

Uni Arge í studio trý í Kringvarpinum. Bjarni Árting Rubeksen tók myndina. Mikudagin fjórða novembur verður Vágskálin nummar hundrað send í Útvarpinum. Tá verður spurt, hvussu til stendur hjá føroyskum bókmentum beint nú. Umframt at ynskja vertinum, Una Arge, tillukku við avrikinum, er vert at gáa um tað sjáldsama í, at sendingar halda sær á lívi so leingi uttan at missa skap, innihald og títtleika, fyri ikki um at tala vert. Ummæli av aktuellum bókum er kjarnin í Vágskálini. - Sendingarnar eru gjørdar soleiðis, at tær í fyrsta lagi eru ummæli av bókini, í øðrum lagi ein gluggi inn í bókina við upplisnu brotunum og í triðja lagi ein upplýsandi útvarpssending um tað, sum bókin snýr seg um. Hetta er eisini eitt høvuðspoeng, sigur Uni, sum er journalistur og í mong ár hevur arbeitt free-lance við útvarpssendingum, filmum og bókum. Hann hevur mest sum altíð hildið, at gott skrivað tilfar kundi verið grundarlag undir upplýsandi og hugvekjandi útvarpssendingum. - Í sendingini royni...