Skip to main content

Skeivapakkhús




Fýra myndir úr Skeivapakkhúsi í dag. Ovast útsýnið yvir vágna, síðani trappuuppgongdin, sýnið út í eitt av skeivu rúmunum og niðast er ovastaloftið við talju yvir lemminum, sum er 13 metrar yvir kjallaragólvinum. (Myndir: Birgir Kruse)
Í dag var eg ein túr í Skeivapakkhúsi. Húsini, sum uttan tekning eru bygd á eitt trapetzskapað grundstykkið, eru ein sonn perla - mitt í Havn.

Útsýnið er óbetaliligt, sum sæst á ovastu myndini. Rúmini eru mong, stór og deiliga vinsk.

Av gólvinum á ovasta loftinum eru 13 metrar niður gjøgnum lemmin, sum enn sæst til vinstru í niðastu myndini.

Á hesum hæddum kundu spælimenninir hildið til. Her kundi eitt framsýningarhøli til skeiva list verið skipað, ein café ella bara eitt sjóvinnusavn í maritimum umhvørvi. Bygningurin rópar eftir hugskotum. Men eingin tykist hoyra.

Gangið ein túr í Skeivapakkhúsi!

Húsini eru ein dýrgripur, ið andar av søgu og møguleikum. Hann eigur at koma almenninginum til gleði og gagns. Nokkso skjótt.

Comments

Anonymous said…
Áhugavert!
Eigur kommunan Skeiva Pakkhús nú?
Anonymous said…
Nei, familjan Lutzen eigur húsini. Heine Lutzen vísti húsini fram. Tórshavnar kommuna fekk hósini bjóðaði fyri 12,4 mió herfyri. Ein atkvøða var á muni, tí vórðu húsini ikki keypt. Tað var spell, haldi eg. Tey skulu góðkennast av brunaumsjónini, trappa og inngongd skulu gerast.
vh
Birgir