28.8.12

SEARCHING FOR SUGAR MAN



Havnar Bio sýnir eina røð av nýggjum og forvitnisligum heimildarfilmum undir heitinum DOXBIO. Næstur í røðini er Searching for Sugarman, ið er søgan um gátufulla sangaran Rodriguez, sum stóð upp frá teim deyðu. Filmurin verður sýndur mikukvøldið 3. oktober

UM FILMIN

Á eini barr í amerikanska bil- og tónleikabýnum Detroit, síðst í sekstiárunum, løgdu tveir kendir tónleikaframeiðarar merki til sangaran Sixto Rodriguez. Teir vórðu hugtiknir av fangandi løgunum og profetisku tekstunum. Úrslitið gjørdist ein LP pláta, sum teir skipaðu fyri í teirri trúgv, at Rodriguez fór at verða nýggja og týdningarmesta sangstjørnan hjá øllum, ið keyptu plátur, nú og komandi.

Men einki hendi. Rodriguez hvarv og søgur fóru at ganga um, hvussu hann beindi fyri sær á eini konsert mitt á pallinum.


Hinumegin á klótuni, í Suðurafrika, hevði onkur kopiera LP plátuna og selt hana á svarta marknaðinum. Í tvey áratíggju var henda ólógliga LP pláta, Cold Facts, millum mest seldu og harvið týdningarmesta plátur í øllum landinum. Ikki minst í stríðinum móti apartheid varð sangurin The Establishment Blues ein beinleiðis orsøk til at fólk vendu sær móti harðrendu stjórnini, sum tá ráddi fyri borgum.

Tveir suðurafrikanarar, sum javnan lurtaðu eftir Rodriguez, settu sær fyri at finna fram til, hvat hendi við stóru fyrimyndini. Sum frá leið kundu teir siga eina søgu, sum gjørdi allar gitingar til skammar.

Eins og fyrsti filmur í DOXBIO røðini, so vísur hesin filmur at veruleikin mangan er nógv betri søga enn tey villastu ævintýr.

HANDAN FILMIN

Tað var í 2006 at dokumentaristurin Malik Bendjelloul hoyrdi søguna um Rodriguez. Tað var í Capetown, har hann arbeiddi fyri svenska sjónvarpið. Hann legði til merkis at mexikansk-amerikanski sangarin Rodriguez, ið var fremmandur fyri honum, var millum teir allar best umtóktu í Suðurafrika. So kendur, at tíggju ár framman undan høvdu tveir viðhaldsmenn sett sær fyri at finna jarðisku restirnar av heiðurkrýnda sangaranum, sum so syndarliga skuldi havt tikið lívið av sær. Bendjelloul sá ein film fyri sær – Searching for Sugarman, sum var fyrsta sýning á Sundance Film Festival í ár og nú kann skoðast í Havnar Bio.

Filmurin er annan vegin ein vøkur og nemandi lýsing av einum sangara, ið helt seg vera burturgloymdan, men hinvegin eisini um tann týdning og ta íbygdu megi, ið tónleikur hevur kring allan heim.

Leikstjórin og høvuðspersónurin á Tribeca Film Festival í New York í ár

Longd: 86 minuttir

Mál: Enskt við doskum undirteksti

Leikstjóri: Malik Bendjelloul

Framleiðari: Simon Chinn