Skip to main content

Sakaris er sera glaður


Nú tað er alment, at stuttfilmurin hjá Sakaris Stórá Vetrarmorgun (2013) verður vístur á altjóða filmstevnuni Berlinale, er hann sera glaður at vera boðin til júst hesa filmstevnu, sum er í Berlin í døgunum 6.-16. februar 2014.

- Festivalurin í Berlin er heimsins størsta filmstevna og samstundis eitt tað týdningarmiklasta filmstiltakið í heiminum. Fyrr havi eg bara droymt um at eg einaferð í framtíðini kanska kundi luttaka á filmstevnuni. Og nú skal eg sýna Vetrarmorgun har, sigur ein fegin Sakaris við Birkblogg í dag.

- Vetrarmorgun var framleiðslumessiga eitt eksperiment. Tað var ein roynd at vita, hvussu bíliga og við hvussu fáum fólkum tað bar til at skapa ein konventionellan fiktiónsfilm í heimsflokki. At filmurin yvirhøvur bleiv veruleiki, vísur at eksperimentið riggaði. Og at filmfestivalurin í Berlin vil sýna hann, undirstrikar at Vetrarmorgun veruliga er ein stuttfilmur í heimsflokki. Men at vit vóru so fá fólk á framleiðsluni, vísur eisini hvussu ótrúliga stóran innsats hvør einastakur, bæði filmslið og leikarir, gjørdu og hvussu stórt íkast tey góvu filminum.

- Fyri meg fortelur Vetrarmorgun eina øgiliga týdningarmikla søgu um, at vera sannur ímóti sær sjálvum og at góðtaka seg sjálvan. Soleiðis sæð, eri eg ótrúliga glaður fyri at tað var akkurát Vetrarmorgun, sum slapp við.

- Fyri meg snýr filmur seg um at fortelja søgur og geva fólki upplivingar. Og við yvur 300.000 seldum atgongumerkjum og næstan 4000 fjølmiðlafólkum, er filmfestivalurin í Berlin rætta staðið til tað. Tað gevur sjálvandi eisini Føroyum eina kolosala eksponering. Og eg vóni at tað kann vera við til at vísa á, hvussu týdningarmikil filmslistin er fyri føroyska mentanartilfeingið og fyri Føroyar sum heild, sigur Sakaris í samrøðu við Birkblogg í dag.

Myndirnar báðar tók eg í Bókasavninum heima á Sandi, tá Vetrarmorgun varð frumsýndur fyri fullum húsum 12. september í fjør. Á mydunum sæst leikstjórin, Sakaris Stórá, saman við høvuðsleikarunum Helena Heðinsdóttir Jørgensen, vinstru megin, og Armgarð Gundursdóttir Mortensen, høgru megin.