Skip to main content

Jól á Reinsarínum


Kvøldið fyri stytsta dag, leygarkvøldið 20. desember, savnaðist ein rúgva av fólki til konsert við Bjøllubandanum, sum vit kenna við bossanovataktum frá Gekkakvøldum í sjónvarpinum, og ikki minst solistum í Reinsarínum niðast í Tórsgøtu. Aftaná var konsert við Gretu Svabo Bech, Teiti og strúkarum uttandura og ókeypis í einum tjaldi í túninum yvir ímóti Perluni.

Bjøllubandin, sum er húsorkestur á trimum jólakonsertum í Reinsarínum, eru Benjamin Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvald Højgaard Petersen og Mikael Blak. Eftir ein lívligan og stuttligan jólainngang, kom fyrsti solistur á pallin, helvtin av AVE, Petur Pólson.


Tað góða við konsertunum í Reinsarínum er, at tær eru so stuttar. Langar konsertir hava altíð eitt deytt punkt og gerast tí lættliga møðsamar. Soleiðis er ikki í Reinsarínum. Tað er stutt og greitt, og matsjar væl til berliga hølið. Petur sang tríggjar væl valdar sangir til høvið og hevði sum altíð nøkur fyndarorða at siga millum sangirnar. So kom henda daman á pallin.


Tað er Kristina Skoubo Bærendsen, sum mest er kend i countrysjangruni, men eisini megnar rokk, soul og gospel, og er ikki sørt undirhaldandi uppá ein direkta máta, sum altíð er sjarmerand. Eftir eina løtu skoðar honn út í fjøldina at finna pápan.


Jú, har var hann, countrycroonarin við mest spældu jólasangunum, Alex Bærendsen. - Kom upp á pallin!


Tey bæði byrjaðu við eini spilllivandi Patsy Cline og Jim Reeves duett. Og hin framfýsna Kristina argaði smædna pápan, ið sum fráleið helt løtuna vera stuttliga.


At enda var felags jólasangur í Reinsarínum, har mongu áhoyrararnir eisini sluppu at syngja saman við Peturi, Alex og Kristinu. Og sum sæst á myndini, avdúkaði Petur aðra av stóru fyrimyndunum, tá um tónleik ræður.


Undur heitinum Ert tú til Green var Greta Svabo Bech á pallinum í túninum millum Reinsaríið og Perluna. Ein spælistaður, ella bara pallur, sum á hesum staði riggar væl, í hvussu er nógv betri enn parkeringspláss.


Eftir hugtakandi multitalentið Gretu Svabo Bech, komu Høgni Lisberg og Jens L. Thomsen úr Orka á pallin at spæla tekno í tjaldinum.


So kom Teitur á pallin í reyðari nissuhúgvu, við øllum teim góðu sangunum og ikki at gloyma øllum strúkarunum.


Eitt konsertkvøld við so gávuríkum ungdómi, ja og onkrum aldrandi eisini, at eg havi ikki orð fyri tí. Gott at pallar aftur finnast í miðbýnum og ikki minst at fólk savnast um teir, pallarnar við øllum talentunum, ið natúrliga ferðast um øll mørk. Og so ein túr inn á Irish Pub har henda stuttliga talva sigur góða nátt í einum veiðimannasamfelag.