12.2.16

Føroyskur mosaikkur í Listaskálanum


Soleiðis var heitið, føroyskur mosaikkur, tá fjálga, litríka og retrospektiva framsýningin hjá Zachariasi Heinesen lat upp í Listaskálanum í dag. Omanfyri sæst hin einasti religiøsi og kanska mest stórsligni, Náttverði, (Frítt eftir Leonardo da Vinci) frá 1991, sum Eimskip í Reykjavík eigur. Á retrospektivu framsýningini eru tilsamans 45 verk frá 1956 til 2015, oljumálningar og brotamyndir úr viði, har landslagið er afturvendandi evnið. Mosaikkur í liti, mosaikkur í substansi, sum Nils Ohrt segði í eini forvitnisligari talu, ið væluppløgd fór runt framsýningina og listarliga lívið hjá høvuðspersóninum, sum eftir 60 árum enn er virkin. Hin 19. mai verður hann 80. Innast í horninum, Útsýni úr glugga listamansins, stóð at myndin var til sølu. Júst hetta evnið, Útsýni úr glugga listamansins, var heitið á teim trimum málningunum á høvuðsvegginum, aftanfyri mikrofonina, har dótturin, Elisa Heinesen, setti framsýninga við søgum um babba, og hvussu tey floytaðu sínamillum, tá døgurðin var klárur, meðan hann lurtaði eftir Dexter Gordon, og nú var farin at brúka iPad. Heimligt og tó so altjóða Cézanne'skt, í hvussu er franskt, meðan filmurin hjá Ivan í Sjónvarpinum um Zacharias snurraði í síðuhølunum, har Tróndur hevur konteynað Bládýpið. Ímeðan lurtaðu pápin og savnsstjórin til viks.


So spældi Ólavur Jakobsen tvey væl vald løg á gittar, Vågn op og slå på dine strenge eftir William Heinesen í egnari útseting, og so eitt smellandi gittarlag av suðuramerikanska háslættanum, altiplano, kanska av Bolivaleiðini í Andesfjøllum, sum stóð perfekt upp móti føroyska mosaikkinum. Smellandi spanskt og glógvandi føroyskt.


Her var fult av fólki, hóast minst líka nógv vóru samstundis í Norðurlandahúsinum skamt her frá. Ætlaði at náa bæði, men gakk. Hetta var ov gott. Bara ljósið úr loftinum og føroyska mosaikkin, sum glógvar upp ímóti, er fantastisk.


Her møtast fólk at heilsa uppá listamannin, og geva sær stundir at steðga eina løtu og práta við vinfólk, nú fríggjadagur er, og arbeiðsvikan hjá teim flestu er av.

Fólk meta um málningarnar, og hesin gamli reyði úr Svínoy frá 1962 fall væl hjá teim flestu, har hann hekk, beint til høgru fyri inngongdina. Her eru tað tey bæði, sum hava skriva undirvísingartilfar um javnstøðu og javnrættindi fyri Nám, Hans Pauli og Kristianna, sum eru steðgaði fyri reyðum.


Sama gerði eg, steðgi sum fyri reytt, tá eg síggi henda hugtakandi málning úr Svínoy í 62.


Ja, gerist so bitin av reyðu Svínoynni, at eg vil hava listamannin sjálvan at trína inn í hana. Tað er gamaní, sigur kurteisligi Zacharias. Men hann er ikki til sølu, BankNordik eigur hann, sigur Elisa.


Í elsta endanum er ein sjáldsamur, plakatlíknandi málningur oman yvir tekjurnar í Havn, sæddar úr nýbygda Kommunuskúlanum fyri 60 árum síðani. Nils Ohrt causeraði yvir henda málning, sum pápin, William, vildi hava dekoreraðan við fuglum fremst fyri. Sonurin aktaði. Í tvímæltu bókini Føroyskur mosaikkur/Færøsk mosaik, sum varð løgd fram sama dag, nemur Bárður Jákupsson eisini við viðurskiftini millum teir báðar.


Her standa tríggir og práta framman fyri somu myndevnum, Salingahellu á Tinganesi í 70'unum.


Í innasta horninum hongur ovasta myndin á blogginum, Náttverðin, frá 1991, og í horninum hongur Útsýnið úr glugga listamansins (2015), sum enn er tøkur.


Savnsstjórin, Nils Ohrt, hevur alla orsøk at verða nøgdur. Ein stór uppliving í tíð, rúmi og litum, góðar og inniligar røður, vælvaldur tónleikur, ein rúgva av fólki og ein góður føroyskur munnbiti. Betri kann tað valla verða. Takk fyri retrospektivan føroyskan mosaikk í 60 ár!