Sum sæst er hol í vegnum niðan til kalda kríggið. Tað er merkt við gulum, so øll holini síggjast, tá tú koyrir niðan á Sornfelli, sum herfyri lat aftur, segði øllum upp og sløkti alla eftiransandi trygdarútgerð.
Men nú hoyrist, at kalda kríggið er komið afturíaftur millum eystur og vestur, so alt verður sum fyrr. Eitt er, at tað fer at órógva tær skónir, sum seinastu árini eru komnar á asfaltið, annað er framhaldandi at fáa atgongd til eitt tað mest spennandi myndaveni í landinum: bukkaðu bilverjuna, sum í svingunum niðan á Sornfelli er krept í stigum, so hon gjøgnum rustin fær ein grafiskan virkning, sum millum bygt og ógbygt, er uttan líka. Tí sendi eg hesar myndir til eina Street Photography kapping hjá Lens Culture í París. Livst, so spyrst.