Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 1998

Vit duga best at "spæla fólk í húsi"

Turið Kjølbro, Sosialurin 9. oktober 1998: - Føroyingurin verður á so nógvum økjum ruraður í blund og tað virkar við til, at vit bara "spæla fólk í húsi". Vit eru møguliga óviljað bundin at spæla tann leiklutin uttan at vit sjálv ynskja tað og eru klár yvir tað. Tí tað er so deiliga lætt og makligt. Eingin veit, hvat alternativið er, men tað kunnu vit ímynda okkum. Henda konservatisman er rættiliga rótfest í Føroyum. Vit halda aftur, vita hvat vit hava og tað er best at halda fast við tað, sigur Birgir Kruse í viðtali um útvarpssendingar sínar, um dýrgripin í kjallaranum í ÚF, føroysku fjølmiðlarnar sum heild, og fremmandagerðina av okkum sjálvum sum fólk, tí vit bara lata standa til. Hann er føddur sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda, og útvarpið hevur verið og er tann miðilin, hann fram um aðrar hevur arbeitt við. Hann hevur sent piratútvarp á Eiði og í dag situr hann í almennu loftmiðlanevndini. Og í vár fekk Birgir Kruse sum tann fyrsti føroyski journalisturin nakr...