Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2000

Góð skriving, er tað ikki gandur?

Sosialurin 24. november 2000: HARRY POTTER Í grundini er tann foreldraleysi Harry Potter tann lítli prinsurin, ið kemur frá einari aðrari klótu. Hann veit bara ikki av tí sjálvur, at hann hevur serligar gávur, at hann hevur gandamegi í sær, sigur týðarin Gunnar Hoydal í samrøðu. – Haldi sjálvur, at tað er hetta, sum nógv børn kenna seg aftur í: Hvør eri eg? Tit halda meg kanska bara vera ein lítlan lort, men bíðið bara! Samrøða Birgir Kruse Fyrstu ferð eg hoyrdi navnið Harry Potter, helt eg tað var ein poppstjørna. Men sum Hodja, so bleiv eg klókari...men hvussu ert tú, Gunnar, komin tær uppí alt hatta hóvastákið við Harry Potter? Eg hyggi av og á í útlendsk bløð og tíðarrit, sum viðgera bókmentir. Tað man vera eitt ár ella hálvtannað síðani, at eg festi meg við navnið Harry Potter, kanska tí at ein stórur enskur rithøvundur eitur nakað tað sama: Dennis Potter. Tað var hann, sum skrivaði fleiri tiltiknar, nýskapandi sjónvarpsrøðir, t.d. The Singing Detective. Men tað var...

Eg dugi ikki at syngja - men eg havi sál!

Sosialurin 3. november 2000: Rokklyrikkur Birgir Kruse Í SKÚLA Har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki, sigur yrkjarin Petur Jensen. - Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað sum graffitti á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott! Í sanginum »No Surrender« sigur Bruce Springsteen »We learned more from a three-minute record, baby, than we ever learned in school«. Sum læraralesandi á síðsta ári og hartil yrkjari, hvat heldur tú um hesa útsøgn? Does i...