UMMÆLI. Mangt bendir á, at listarligi ásurin í ár hevur flutt seg úr meginøkinum norður til Klaksvíkar. Í hvussu er á rútmiska fløgumarknaðinunum. Meðan tónleikur og ljóð eru framúr, tykist minni verða gjørt burturúr teksti og rættlesturi, heldur skúlalærarin við reyða jólapenninum Birgir Kruse Nýliga eru komnar tvær fløgur úr Klaksvík, sum tó báðar hava rót í útheiminum. Hin fyrra Sangur til frælsi í svensku tekstum Afzeliusar og hin seinna A matter of time við rót í altjóða ensktmælta gospelmarknaðinum. Hin fyrra er spæld inn í Studio Pegasus í Klaksvík og hin seinna í JakZak Studio í Havn og Nashville í USA. Hesi bæði føroysku ljóðstudio eru helst einastu virkandi av sínum slagi ídag. Leiðandi kreftirnar á fløgunum báðum eru klaksvíkingarnir Steintór Rasmussen og Torkil Mørkøre. Teir hava gjørt eitt megnar arbeiði, sum nú verður lagt fyri almenningin. Ørindi teirra eru ymisk, sum eg skilji tey. Steintór vil á heimligum botni varðveita eina mynd ikon úr sjeytiárunum, meðan Torkil...