Tíðindagrein, Dimmalætting 7. mai 2003: Í dag fyllir Norðulandahúsið 20 ár, men í gjáramorgun helt Norðurlandahúsið ein seinasta tannáringamorgunmat, har hugt varð bæði aftur á søguna hjá Norðurlandahúsinum og frameftir at tiltøkum bæði komandi dagarnar og komandi árini. Tað var lagt upp til ein hugnaligan morgunmat í Norðurlandahúsinum í gjáramorgun. Ein morgunmatur, sum Birgir Kruse skemtandi segði, tá ið farið varð til borðs, var seinasti tannáringamorgunmaturin, nú húsið fór burtur frá sínum tannárum og upp í tey meira vaksnu 20-ini. Bollarnir, osturin, teið og kaffið smakkaði væl ímillum tað sera fjølbroytta morgunmatarborðið, sum bæði taldi leiðslu úr Norðurlandahúsinum, miðlarnar og eisini listarfólk sum limir úr Gestum, Ólav Hátun og Kristian Black. Modellpallurin av stóra føroyska sangleikinum Skeyk, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum, var enntá eisini sloppin upp í part, har hann stóð mitt á borðinum ímillum miðlablokkar, skráir og bollar. Stórfingin føðingardagur Helg