Sylvester Stallone sum Rambo við svørtum pannubandi í nýggja filminum Rambo IV Rambo hevur í fjórðu akt funnið sær veg til Teilands, har hann er uppilagstur vietnammaður. Har verður hann sendur at fría trúboðarar, ið eru tiknir fangar í Burma, landinum har øll rætttrúgvandi – ikki bara trúboðarar – liva sum í miðøld. Í donsk-føroysku orðabókini verður hugtakið finnlandisering umrøtt. Tað merkir at gera eitt land politiskt bundið at Sovjetsamveldinum, sum Finnland var. Tað var kalda kríggið, ið gav finnlandiseringini bestu gróðrarlíkindi. Heimsins besta alfrøði, hin enska Wikipedia, vil vera við at nógv dømi eru um lond, ið lata seg finnlandisera. Til dømis Danmark mótvegis Týsklandi árini 1871 til 1940. Í bókini Political Censorship in Finnish Libraries vil Kai Ekholm vera við at ikki færri enn 1700 bøkur vórðu beindar burtur av bókasavnshillum í Finnlandi, tá finnlandiseringin var í hæddini. Finski leikstjórin Renny Harlin, sum nú er stórur í Hollywood, gjørdi í 1986 filmin Born Ame...