Eftir samfullar 52 tímar á ferð eru vit heima í Tórsbyrgi. Einasti kinkur á allari ferðini var Atlantsflog, ið hevði eitt no show í Reykjavík fríggjakvøldið, so vit púra óvæntað máttu gista har í býnum. Afturfyri fingu vit høvi at rista jet-lag av okkum.
Øll eru vit samd um, at hetta var ein frálík ferð við nógvum upplivingum. Tað serliga er við Amerika, at fólk eru so passaliga forvitin, men samstundis eisini hjálpsom, at tú altíð kemur í tos við fólk á gøtuni. Og málið er eingin forðing. Tí er Amerika ein so sjáldsom uppliving. Tit áttu at gjørt tað sama - vitjið Amerika. Viðmerkið gjarna niðriundir.
Comments
Tosaðu um tað á kjak.fo, at man fær ordligan hug at fara við tær sum guide til USA!
Tí fekk eg eina idé: Næsta ár burdi tú gjørt eitt rejse-bureau við tær sum guide gjøgnum USA. So skulu øll, sum koma við, keypa sær ein Ipod. Og so velur tú løg sum passa til ymsu locations og ymsu søgurnar. Eitt slag av "Soundtrack/storytelling-ferðing" gjøgnum USA!
Bara eitt svakt hugskot. Gott við hasum bloggarínum. Halt á fram!
Heilsan
Thomas Koba
Heilsan
Thomas
Kom at tilvild fram á bloggin hjá tær... veit ikki, um tú minnist meg, vit arbeiddu einaferð laaaangt síðani saman í samb. við Nordjobb...
Simpulten so áhugavert at lesa um tykkara ferð í USA... vit hava netup ætlanir um at fara "over there" einaferð - vónandi næsta summar í 1-2 mð... ivast í at koyra frá "coast to coast"... man fær ordiliga reisufepur av blogginum hjá tær... so væl skrivað hjá tær...
Heilsa Unn mangar ferðir...
atb
Birita
Takk fyri heilsan. Jú, eg minnist :-) Ring, ella støkk inn á gólvið, so kunnu vit útveksla tips. Fyri ikki um at tala tær fleiri-og-túsind myndirnar. Unn letur heilsa.
bless,
Birgir
Takk fyri inspirerandi heilsan. Hví ikki - tað er eitt widescreen soundtrack at ferðast í USA. Love it!
birgir