Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2011

Kring Føroyar 2011

Fyri ólavsøku hava tær tríggjar Katrin Christophersen úr Vestmanna, 22, Bryndis Hjartardóttir úr Kirkjubø, 21, og Barbara í Stórustovu úr Havn, 21, sett sær fyri at vitja allar bygdir og býir í landinum. Atlasið er ferðaætlanin. - Vit tóku studentspogv í 2009 og nú vildu vit gera okkurt kul, og funnu uppá at ferðast í egnum landi, siga tær afturvið einum kaffimunni á Hvonn, beint sum tær eru komnar úr Trøllhøvda. - Mann kann gott ferðast í Føroyum, siga tær sum við ein munn og siga, at vinfólk, sum fjakka úti í heimi vilja sleppa við. - Fyrsti túrur var vestur í Vágar 13. mai og higartil hava vit nátt 81 bygdir. Vit taka mynd av øllum teim gulu skeltunum hjá Landsverki. Men við Kollafjørð, Skálafjørð og aðrastaðni mugu vit brúka atlasið at finna fram til øll nøvnini, har summi eru á bláum skeltum, sum t.d. Søltuvík í Sandoynni. 110 bygdir hava vit talt okkum fram til, men hetta talið endurskoða vit alla tíðina, so vit náa allar, siga tær tríggjar, sum mangla Suðuroy, nøkur støð ...

KLIPP heystskráin 2011

Fyrsta filmsplakatin í Klipp í heyst, soleiðis sum hon sást í Venezia í fjør KLIPP Filmsfelag Norðurlandahúsins hevur í morgunsendingini í Kringvarpinum kunngjørt heystskránna 2011. Atgongumerki til allar sýningar eru sett til sølu á heimasíðini hjá Norðurlandahúsinum. Skráin er henda: BEYOND í Havnar Bio 14/9 kl 19:30 (Svinalängorna Svøríki danskan undirtekst 95 min Pernilla August 2010) Noomi Rapace hevur høvuðsleiklutin í fyrsta spælilminum hjá PernilleaAugust, sum sæst niðast Noomi Rapace, ið vit kenna sum Lisbeth Salander hevur høvuðsleiklutin. Svenska heitið kann týðast til Svínastallarnir og sipar til íbúðarbygnigarnar, har søgan fer fram. Hetta er fyrsta skaldsøga hjá Susonnu Alakoski, sum er fødd í Vasa í Finnlandi, men uppvaksin í svenska krimihøvuðsstaðnum Ystad, har ferjan siglir til Pólands. Skaldsøgan hevur vunnið Augustpriset í Svøríki. Filmurin er hin fyrsti, sum Pernilla August hevur leikstjórnað. Hon hevur navnið frá danska leikstjóranum Bille August, su...

Føroyar sum bakteppi

Myndir úr YouTube filminum "Paradise Lost", sum er tikin í Vágunum í farnu viku Ofta verður speirekandi sagt, at einasti leiklutur føroyingar duga, er at vera statistar, ífylluleikari, í egnum landi. Tíanverri eru nógv viðurskfiti, ið benda á tann bógvin, men undantøk eru, sleppa vit at spæla við. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, har Jan Håfström og Knud Odde sýna fram, haldi eg vera gott dømi um hetta at sleppa at spæla við og gera mun á egnum botni. Í framhaldi av Paradise Lost hjá Håfström, hevur Staffan Julén (f.1957) arbeitt við einum dansibólki og filmað tey í tveir, ja tveir, dagar í føroysku náttúruni. Julén er ikki hvør sum helst. Hann hevur ofta vitjað í Mykinesi og mitt í áttatiárunum gjørdi hann filmin Inughuit - folket vid jordens navel og fyri stuttum var hann í Afrika og gjørdi enn ein hugtakandi heimildarfilm My Heart of Darkness um fýra menn úr hvør sínum parti í stríðnum í Angola og Namibia 1975-1992. Í filminum flota fíggindarnir í felag ...

Eiturkornið í tí fleyt...

Í dag lat Norðurlandahúsið dyrnar upp fyri Summarframsýniningin 2011. Heitið er svenskt, Kosmisk Sömngångare , tikið úr yrkingasavnið frá 1932 hjá Gunnar Ekelöf (1907-1968). Listafólkini eru svenski Jan Håfström (f.1937), sum fleiri ferðir hevur sýnt fram á listastevnuni í Venezia og danski Knud Odde (f.1955), sum eisini er kendur úr rokkbólkinum Sort Sol. Lisbeth Bonde, sum herfyri ummælti Sekel í Weekendavísini, setti framsýningina og vísti á Ekelöf, ið eins og ein annar Bob Dylan hevði hugtikið báðar listamenninar. Eftir setanina framførdi ein dansibólkur La Buena Muerte undir leiðslu av Lotta Melin, meðan Staffan Julén festi alt á film. Ein performance, sum byrjaði í góðveðrinum undir Ringvegnum, eystanfyri Norðurlandahúsið, meðan túsundtals áskoðarar frøddust um fótbóltsúrslit í Gundadali. Klødd sum munkar, ella deyðin, ella Ku Klux Klan í svørtum, flutti gongan seg niðaná, millum áskoðararnar og inn í Klingruna í Norðurlandahúsinum, har tvey teirra spruttu út sum reiv...