Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2011

Ólavsøkan 2011 - ein tjóð við einari rødd!

So dagar tjóðskapurin undan og øll, sum eiga eina flaggstong vinda Merkið á stong. Tað er ólavsøka í Havn, gestir koma á gátt og tú hittir vinfólk, sum tú ikki hevur sæð leingi. Øll siga sum við ein munn: "Vælkomin á ólavsøku!" Einasta hervirkið føroyinga, Skansin, er víggirdur av fløggum og væl røkti bøurin stendur skærur í skarpa dagsljósinum. Hóast skaddan sæst yvir Reynið, er Havnin til reiðar at taka móti fólki. Klokkan nærkast tvey og alt andar av ólavsøku. Bátar standa klárir á Kongabrúnni og út móti Bursatanga. Dreingir og gentir skifta orð millum borð og kveita niðan á steypini, sum standa undir Skansabrekkuni, har tey verða handað, tá seinasti dagur í føroyameistarakappingini 2011 er rógvin.    Men fyrst skal ólavsøkan setast uppi á Vaglinum, undir tinghúsinum, har Sámal Ímundarsson heldur røðu. Fastur og kanska mest eyðkendi táttur á ólavsøku, eru reiðfólkini, menn og kvinnur, sum ríða inn á Vaglið og í halanum hava Havnar Hornorkestur, ítróttarf...

Birk avdúkar: Her er brotsmaðurin!

Ole Wich á trappuni við einum av teim 60 verkunum, einum brotnum ð, av handilsvegginum hjá Jóannesi Andreasen, keypmanninum úti í Grønlandi. Tey 60 verkini eru gáva til býlingin, sigur Ole Í Havn hava fólk undrast yvir bláar stavir, sum við gulari bakgrund eru settir upp á veggir ymsa staðni úti í Grønlandi. - E ru hetta tekin úr rúmdini, havi summi spurt, meðan onnur hava ilskast og skrætt alt niður, tí tað á náttartíð og uttan loyvi er sett á vegg teirra. Helst av hesi orsøk er ein triðingur av verkunum er fyribeindur. Í samráð við upphavsmannin kann hesin bloggur, birk, avdúka at brotsmaðurin er Ole Wich. Talan er um eitt listaverk, sum við heitinum HugA - 60 minnismerki til ein býling í Havn, hevur mangar hugvekjandi fasettir. Ole Wich við arbeiðsborðið á Íslandsvegnum. Bláu bókstavirnir eru 167 í tali. Eitt K er sett á garðin um húsini hjá keypmanninum, Arna Andreasen, við Svaldbarðsvegin í Havn - Tá Keypmaðurin úti í Grønlandi, Johannes Andreasen, lat aftur fylgdi...

Send in the Clowns

Andy Goldswhorty hevur gjørt spennandi listaverk úr beinagrind av grindahvali í Skotlandi. Verkið sæst í kjallaranum í skotska tjóðarsavninum Museum of Scotland, sum lat upp í Edinburgh í 1998 Eg meini tað. Ein burturblakaður skøltur úr gjónni við Skæling er nú prógv fyri heiminum at vit hava týningarlegur fyri heimsins besta, klókasta, fittasta og fremsta dýr, hvalin. Eg spyrji meg sjálvan, hví Christian Bernhard valdi svínið at taka hjartað úr og geva einum menniskja. Hví gera vit ikki hjartatransplantasjónir úr hvali, sum er so elskuligur og umboðar alt skapanarverkið, fram um svín, neyt, hønur og annað átuligt? Mundi tað gingið Kentucky Fried Chicken ov nær? Nei, eg bara spyrji. Frammanundan eru vit eyðmerkt sum hópdrápsmenn í ætt við Ted Bundy og Charles Manson. Tað kunnger heimasíðan hjá umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd. Hvalaskøltin fann Peter Hammerstedt, stýrimaður, sum er avmyndaður niðanfyri, og blóðigu ílegugranskingini stóð fulltikni skiparin Lucky MacL...

Myndir lúgva meir enn túsund orð

Tríggir lítlir grindamenn munda sær í Sandágerði: - Skulu vit, ella skulu vit ikki? (Mynd: Birgir Kruse) Tók hesa myndina í Sandágerði fyri fýra árum síðani. Mest tí at eg royndi eitt myndatól, eg júst hevði fingið í føðingardagsgávu. Royndi ymsar vinklar, ljós, fokus og frástøðu. Og so stóðu teir har, beint frammanfyri mær, tríggir lítlingar, ein í húgvu, sum eygleiddu grindina, ið kom uttan av havi undan dukandi bátum og rópandi monnum, rendu seg í skúmandi drepning, og so havið, Havið Reyða, og svørtu kropparnir, sum nú lógu klovnir, meðan aldurnar spæla á sandi og guva, droyrreyðar. Hin djarvi vaðar útí, meðan hinir halda seg aftanfyri. Annar gerst bangin og tekur í hondina á hinum. Ein sigandi mynd, nú vit møta heimspressuni og skulu svara fyri okkum, hví vit drepa grind.

Matthew Workman á vitjan

Matthew við kortinum yvir Oregon (Mynd: Birgir Kruse) Í dag kom Matthew Workman á vitjan. Hann er sjónvarpsjournalistur úr Medford í Oregon og er maðurin handan The Faroe Island Podcast , sum útvarpið hevur sent brot úr mikumorgnar í summar. Hann kom í síðstu viku og fer avstað aftur sunnudagin. Fáur man sum Matthew hava gjørt eitt so hugvekjandi arbeiði fyri Føroyar og um føroyingar. Tí er tað serliga stuttligt at fáa heiðurin at borðreiða fyri honum eina løtu. Matthew til borðs í Tórsbyrgi (Mynd. Birgir Kruse) Í stovuni varnaðist Matthew gamla myndatólið, pápi mín keypti í Kanada fyrst í sektsiárinum, eitt Kodak Brownie, sum er gjørt í føðibýi hansara, Rochester, ið er heimstaður fyri filmar av Eastmancolor slagnum, eisini Tro, Håb og Trolddom , hvørs plakat hongur á loftinum. Sjálvdan er langt millum fólk. Mathew við Brownie Kodak myndatólinum í stovuni (Mynd: Birgir Kruse) Sum sjónvarpsjournalistur hevur Matthew nógvar royndir og eina greiða meining um Paul Watson og hans...

Breaking News eru Beint NÚ!

Tað ger mun at blanda seg í kjakinum 'Føroysk rættstaving' Ovasta myndin skapti søgu í dag. Ikki bara føroyska ítróttarsøgu, men eisini málsliga fjølmiðlasøgu. Eftir at Erlendur Simonsen 13. juli í kjakinum Føroysk Rættstaving á Facebook reisti spurningin um, hví føroyskir miðlar brúktu ensku orðingina Breaking News, heldur enn eina føroyska vending, so sum Stór Tíðindi. Fleiri viðmerktu, eisini journalistar, og uppskotini trutu ikki. Helt, eg skuldi klippa vendingina Breaking News út, meðan hon enn var í brúki og so sita undir hvørjum stubba á Portalinum, Dimmu og Kringvarpinum, at vita um ikki onkur av hesum føroysku miðlum tók okkurt uppskot úr kjakinum til sín. Í dag eydnaðist. Fyrsti føroyski miðil at brúka eina føroyska vending fyri hina ensku Breaking News, var Portalurin, sum í frásøgn um fótbóltsdystin millum HB og Malm ö FF brúkar vendingina Beint nú. Til lukku Portalurin. Tað ber til at brúka føroysk heiti í føroyskari skriving. Eitt-null til føroyskt!