Norðmaðurin Erling Gudbrand Baasen hevur verið í Føroyum við einum løttum Leica kamera, kleinfilmkamera, sum klassiska myndatólið upprunaliga kallaðist á týskum. Tað er heimasíðan hjá norska Leica sølubúðini, Bresson, sum í dag greiðir frá um ferðina í Føroyum.
Baasen lesur foto í Avstralia og er har komin í samband við Jónfríð Eliasen, sum eisini lesur foto har í landinum. Um nýggjársleitið hevur hann verið í Føroyum og greiðir frá um ferðina í einum Leica bloggi í dag. Baasen er ikki bara hugtikin av skiftandi ljósinum hesa ársins tíð, men av tí nógva veðrinum:
"When I arrived in the Faroe Islands, I quickly understood that it’s not so much what weather, but how much weather. It became a waiting game; trying to anticipate when the sun, for a brief moment, would break through the clouds, watching and waiting for waves to hit the shore or for the wind to calm. As nature worked its rhythm around me my senses were frantically trying to process and interpret all the different things I saw and felt. There was an array of different colors, natural contrasts and the sound of nothing but the wind."
Tað er so vist og satt, at Føroyar eru eitt foto paradís, alla staðni alla tíðina. Hjá myndatólum, bilum og øðrum tekniskum maskinum og tólum, sum skulu roynast undir ekstremum viðurskiftum at staðfesta serligar dygdir og eginleikar. 'Tað manglar bert tað, at tú varnast tí...'