Myndir: Birgir Kruse 2009
Í dag er sámiskur flaggdagur. Síðani 1992 eru sámar samdir um henda dagin. Men semja hevur ikki altíð verið um júst hetta flaggið.
Í 80’unum tá sámiskir rithøvundar og bókavørðar vóru á ráðstevnu í Føroyum, seymaðu tey eitt nýtt tjóðarflagg. Marianna Debes Dahl, sum um hetta mundi var við í nevndini í Filmsfelagnum, vísti mær flaggið. Hetta var kollveltingarkrút. Flaggið var eins nýtt og hatta orðið – kollveltingarkrút. Síðani er so mangt hent.
Sámar eru vorðnir samdir um hetta vakra bláa flaggið, ið sýnir sólina, sum er faðir at øllum og knýtir jørð og himmal í eina æviga ringrás.
Ein annar flaggstubbi úr søguni hjá Filmsfelagnum var í 1987, tá vit vóru vertir fyri norðurlendskari filmsstevnu og Nils Gaup var heiðursgestur við filminum ‘Vegvísin’.
Filmurin, sum varð í uppskoti at fáa Oscarvirðisløn, bygdi á elligamla sámiska søgn. Tí var eitt full size sámiskt flagg bílagt úr Kautokeino.
Flaggið kom, men vit sluppu ikki at brúka tað í Norðurlandahúsinum, har filmsstevnan var. Flaggið var ikki góðkent og norskir myndugleikar lovaðu ilt, um vit vundu tað á stong.
So gingu vit yvir til grannan, útvarpsstjóran Niels Juel, sum hevði skrivað flaggsøguna. Hann hevði nógv størri stong enn Norðurlandahúsið. Men nei, hann tordi ikki at flagga við hesum løgna dúki. - Men vit kundu brúka hann sum veggprýði í konserthøllini.
Ørminnist, at vit gjørdu tað eina løtu, men angraðu og tóku flaggið niður. Síðani hevur tað ligið í einari kommoduskuffu á loftinum. Men í dag flaggar Kaj Leo fyri sámum.