Skip to main content

Rætturin at vera idiot


Fyrr kundi verða sagt, at ein maður er ein maður og eitt orð er eitt orð. Tað var í teimum tíðum, tá tú antin skrivaði í hond ella á maskinu og so faldaði brævarkið saman, legði tað í ein brævbjálva, keypti eitt frímerki, sum tú sleikti og setti vinkulrætt í høgra horn og so út í kuldan at leggja vigaða brævið í næsta postkassa. So at bíða til blaðið, Dimma ella Sosialurin, vóru prentað og borin út í kioskirnar til leysasølu í fyrsta lagi dagin eftir. Tástani sást tú, um tín meining kom við og taldi millum aðrar. Nú er alt lopið um og rættlisna brævið, sum kanska, kanska ikki, kom á prent, er nú ein pappírsleysur tanki millum fremstafingur, knappaborðið og Facebook. Faraway, so close, sum U2 syngja um í samnevnda filminum hjá Wenders frá 1993. Nær við og tó so fjar. Eins og mentanarligi sjálvstýrarin er settur til sjálvforvaltning á flest øllum økjum, so er samskifti eisini vorðið ein uppgáva hjá tí einstaka, bundið at teim evnum, hvør einstakur hevur. Meðan tað er ein gleði av teim sjáldsomu, at síggja vaksin fólk fyri fyrstu ferð í lívinum skriva sína hjartans meining á Facebook, uttan at ein reyður lærarapennur er í nánd, so er tað skakandi, so opin fólk eru um teirra botnleysa idioti á hesum almennu pallum, sum knýta í Facebook og lata fólk sleppa at viðmerkja smátt sum stórt, beint fram og so sum teimum lystir. Hesi fólk, sum viðmerkja, síggjast við mynd og navni, tí treytin er at tey eru á Facebook longu innan. Vit kunnu siga at spádómurin hjá Marshall McLuhan (1911-1980) er gingin út. Hann spáddi fyri fimmti árum síðani at heimurin fór at verða ein bindiklubbi, A Global Village, har øll sussa, tí tey bráddliga hava fingið tað fatan, at tey eru ein einmansavís ella eitt einmansútvarp. Fólkaræði er totalt – eisini rætturin til at vera idiot. Tað prógva somu føroyingar upp í saman, dag eftir dag á mest lisnu portalum í landinum. Nakrir teirra vórðu hildnir fram í Degi og Viku í kvøld, men trúgv mær, teir verða ikki teptir so lætt. Haldi, stundin er komin at lyfta hesar idiotar fram í ljósið hvønn dag. Tí hetta eigur sanniliga eisini at vera ein vardur rættur í okkara samskiftandi vitanarsamfelag: samhaldsfasti rætturin at vera idiot í fullum dagsljósi, við navni og mynd. Tí ein maður er ein maður og eitt orð er eitt orð.