Skip to main content

At særa ein mann


Í meiri enn tíggju ár havi eg hildið, at vakrasti lutur í altjóða bilasniði eru baklyktirnar á einum Volvo. Ikki hvørjum sum helst Volvo, men bara S 80. Funktiónirnar at lýsa, bremsa, bakka og blunka, eru allar sveipaðar inn í eitt tíðarleyst snið, sum úr øllum síðum er fevnandi breitt, og sum so reisir seg upp og verður snoðið upp í ein spíss. Var hetta ein brúkslutur, so lá hann væl í hondini og kundi meir enn so vigað á borðkantinum. Hvat tað er, sum gera hetta rundleitta skap so hugtakandi hjá monnum, mann verða djúpt grivið afturi í frumøld. So mikið størri varð sorgin, tá ein bilførari, maður ella kvinna, breyt mær ímyndina av perfektu sniðgávuni, nú eg rulli, so sum latínska heitið sigur. Volvo, volvos, volvot, soleiðis minnist eg at bendingin mundi vera av latínska Volvo-orðinum eg rulli.



Men so sigur ámminandi lesturin í morgunljósinum, at lívsins uppgáva er, at hyggja út um teg sjálvan. Akkurát. Og har fór traðarmaðurin framvið. Hann ansar lambinum, sum nýkomið titar á bønum, meðan ein sólglotti er, innan hann aftur brestir á. Alt í føðurhendi er.