Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2013

Sjónvarpssvimjing

Svimjing er viktig, ja av allarstørsta týdningi. Tað sæst á Heimasíðuni og í Sjónvarpsskránni hjá almenna Kringvarpinum í dag. Eisini Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur í dag nevnt hesu stórhending, sum sent verður frá. Og svimjing er av týdningi, tá man býr í oyggjalandi umgyrdur av havi. Tað er so vist og sætt. Men redaktionella hugsanin um annað enn menniskjansliga svimjing, veit ikki um man skal tora at siga mannasvimjing, er við skerdan lut. Har er eingin Dagur & Vika ella onnur sjónvarpssending, sum okkara vegna er á føroyskum varðhaldi, tá tað snýr seg um sild og makrel, sum svimur inn og út úr føroyskum sjógvi og skapar okkum ivasamar medsvimjarar ytst á donsku høgrugeil, uttan at nakað forstáiligt hoyrist føroysku megin svimjimarkið. Veit ikki um tað er spei, men Kringvarpið sendir í kvøld fjórða part av Tíðindadeildini , har skráin sigur, at "Í eini nýggjársveitslu gevur Will eini blaðkvinnu á einum sleygiblaði eina moralska skortfleingju. Morgunin eftir lesur hann ...

Ólavsøkan sett

Kári Olsen, útvarpsmaður, setti ólavsøkuna 2013. Í hugfarsligu røðuni nevndi hann, at mentannin er skorin inn á bein, og tiltøk hava verið sett í verk, fyri at gera vart við vánaligu støðuna. Kári, sum er fastur fúsur bæði í Havnar Hornorkesturi og í Føroya Symfoniorkesturi, tók saman um ólavsøkuna við hesum orðum: Gingið verður oman á Vaglið, við umparumpaprumpa tónum sum Havnar Hornorkestur spælir. Hesir gomlu tøfftøffarar, sum kunnu skapa ein stemning, sum kann minna um Nürnberg 1939. Tað var Tóroddur Poulsen, sum málberð seg so speiksliga um Ólavsøkusetanina eitt árið herfyri. Eg eri ikki heilt samdur við Tóroddi um hatta við stemninginum anno 1939, men umparumpaprumpa tónarnar frá Havnar Hornorkestri, haldi eg fá vildu verið fyri uttan, til skrúðgonguna hesar hátíðarløtu, segði Kári Olsen og siteraði, helst fyri fyrstu ferð á donskum við hetta høvið, eitt brot úr skaldsøguni Når englene spiller Mozart hjá Lisbeth Nebelong: "I Olaidagene er den i forvejen store færøske gæs...

Lítla ólavsøka á Kongabrúnni

Seinrapartin í dag klokkan fýra fór stóra skrúðgongan Faroe Pride til gongu úr Gundadali og oman í miðbýin, eftir gongugøtuni og Vaglinum, og so varð steðgað á Kongabrúnni, har røður og tónleikur vóru undir Skansabrekkuni. Pressan er til staðar frá øllum vinklum og áhugin er stórur. Eiler Fagraklett, fyriskipari og nevndarlimur í LGBT, sigur, at meðan 5000 luttóku í fjør eru minst 6000 fólk í skrúðgonguni í ár. Felagsskapurin LGBT, sum skipar fyri, sigur at ætlanin er at seta lit á Havnina Tey luttakandi á tiltakinum á Kongabrúnni  voru Teitur, Grandma´s Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnarnevndin hjá Tórshavnar býráð, setti Faroe Pride 2013. Hetta er fjórðu ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. LGBT siga at talan er um árligt tiltak, har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. H...

Tá ið tokan lættir av

Tá ið tokan lættir av var ein av vælumtóktu sangunum av teimum báðum EP plátunum, ein reyð og ein blá, hjá Sangbrøðrum, sum plátufelagið Hymnofon gav út í Havn fyri meir enn fjøruti árum síðani. Victor Danielsen týddi tekstin hjá Annie Herbret Barker og lagið átti Ira D. Sankey. Onkrar grádagar er einasta troyst at leita í gamla plátusavnið og gera sum Rob Fleming, høvuðspersónurin í Londonsøguni High Fidelity hjá Nick Hornby frá 1995, sum seinni varð gjørd til film, har øll tilveran verður gjørd upp í plátum. Tokuna hava vit í hvussu er til felags í dag, London og Havnin. Og meðan vit eru í klassiska singleplátu savninum, lat okum so við sama útsýni taka tvær signeraðar við Summarfestivalaktuella Kim Larsen frá 1971. Hin allar fyrsta við Gasolin', tá teir sungu á enskum, og ein við bólkinum Larsen & Co. Og at enda er útsýnið til nýggja Kampingplássið úti við Strond sett í perspektiv við coca cola reklamuni hjá Bobby Goldsboro frá 1974 Hello Summertime . Góða ó...

So kom sólin

Eftir dagar við tungari toku og slavnum sirmi, kom sólin fram. Frá at vera so samandrigið, sum sæst á myndunum niðanfyri, har bilarnarnir koyra við tendraðum lyktum, varð klárt frá minutti til minutt. Heiður himin eftir ongari løtu. Tað er sum tann rami gandur. Nú kunnu havnafólk av sonnum siga vælkomin á ólavsøku, mitt í býnum, sum fyrr var bláur, men nú er grønur. Uppi av Hálsi sæst hvussu jørðin guvar og sveittar, nú tað dregur frá og alt blívur klárt í Havn. Við Ítróttarhøllina eru arbeiðsmenn og ung í arbeiði, sum íðin umvæla og rudda økið uppi á Hálsi, har nýtt stadionøki í mong ár hevur verið í menning. Kanska fer nú at eydnast at fáa eina skipaða heild yvir økið í Gundadali. Ein av teim ungu, sum eru í arbeiði hjá Tórshavnar kommunu, hevur stundir at kína einum ungum rossi, sum stendur á beiti her uppi. Niðri í Tórsgøtu, mentanargøtuni í miðbýnum, gerst trengri og trengri, nú pallar skulu byggjast til konsertir, og summarferðandi, sum vilja hava kaffi o...

Her nógv er at gera

- Vælkomin á ólavsøku og vælkomin til Tórshavnar, stendur við allar innkomuvegir til Føroyalands miðstøðu, Havnina, í dag. Omanfyri eru tey í holtur við at dekka upp á terassuni í gamla Kaffivogninum, sum nú er italska matstovan Carello. Gandakenda tokusýnið av Skansanum á middegi niður í sama tún, avdúkar gula bilin hjá Poul Michelsen, sum í tí gráa middagsljósinum er so vinaligur at minna meg á, at í trøllaheimi er eisini nakað, tey nevna Atlas . Klikk á myndina og hon verður størri. Niðanfyri er sýnið av Oyggjarvegnum ikki minni gandakent, serliga nú eg hoyri hugvekjandi mjørkasangin hjá Una Arge í Útvarpinum afturvið. Hetta er omanfyri gomlu Varðholuna, har sum nýggja Brandstøðin nú er. Ikki eitt orð um mjørka og flogvøll á hesum sinni og staði, har tey nú trilva seg fram at gera klárt til tjóðarhátíðina. Men niðri í Gundadali er klárt at seta seg, tí har er av bestu floglíkindum. Kinna Poulsen kuraterar eina marglitt-fólksliga framsýning í Listasavninum, akkurát sum f...

Góði Ívar!

Mangur sigur frá Ólavi kongi, men fáur hevur sæð hann. Leingi hevur verið kunnað um nýtt atlas. Nýggjasta er, at Staðarnavnanevndin hevur góðkent nýggja Føroyakortið, sum er klárt til prent. Eftir Løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai í 2012 um Málráð, hevur Málráðið biðið um at sleppa at gera niðurstøðu sambært grein 5 í somu lóg, sum ásetur, at almennir myndugleikar hava skyldu at fylgja tílíkari niðurstøðu. Hetta eru vit fegin um, tí úrslitið kann bara verða eitt betri atlas. Sum ritstjóri virði eg myndugleikan og eri sannførdur um, at vit fáa eitt gott atlas, tjúgu ár eftir tað fyrsta atlasið, sum var metsølubók, ið Føroya fólk hevur tikið til sín. Politikarar, sum ikki hava sæð atlasið, havt tó havt so nógvar spurningar, at vit bjóða teimum, lærarum og almenninginum at síggja ávegis útgávuna, soleiðis sum hon er handað Málráðnum. Eftir 1. mai komandi ár verða niðurstøðurnar hjá Málráðnum settar í atlasið, akkurát so sum tær eru. Ímeðan kunna vit almenningin um ávegis tilfarið...

Er vert at fara um Reyðahavið?

Hetta er ein hin fyrsta myndin eg tók við einum talgildum myndatóli av speglrefleks slagnum. Hugvekjandi haldi eg. Men kanska er tað bara galdandi, um tú ert úr Føroyum og hevur sæð blóð á sjógvi. Norðlýsið hevur lagt nýggjar grindamyndir frá drápinum á Viðvík í gjár út á heimasíðuna . 130 hval løgdu beinini. Meðan tey lokalu eru fegin um eitt kók, eru fremmandafólk í øðini og ynskja okkum øll hagar pipari grør. Heimasíðan hjá Norðlýsinum er útbygd til eisini at fevna Facebook, so navnsnevndir persónar um allan heim kunnu kommentera. Tað verður eisini gjørt. Ikki tí tey duga føroyskt ella dagliga lesa Norðlýsið, men tí at onkur í netverkssamfelagnum sigur teimum frá. Og so er øði í grindini, heldur enn dialogur. Hesi ráð hevur ein skilagóður persónur, sum dugir føroyskt: Men ikki allir útlendingar duga føroyskt, tíansheldur seta seg inn í lokal viðurskifti. Heldur enn at vegleiða okkum í altjóða miðlaarbeiði og tjóðarbranding, ynskja tey at gera av við okkum, hvørki meir ella...

Amariel á ólavsøku

Ólavsøkuaftan, sunnudagin 28. juli klokkan 15, letur upp ein nýggj framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy (f.1945) í Galerie Focus í Lambagerði í Havn. Á framsýningini, sum er opin til klokkan 18, verða málningar, litografiir og innrammaðar akvarellir at síggja. Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan. Hann er útbúgvin skipasmiðjur og árini 1977-83 var hann á Det Kongelige Danske Kunstakademi í Keypmannahavn og á grafiskum skeiði í Finnlandi í 1984. Amariel Norðoy hevur prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð í Havn og Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn, umframt ymisk tíðarrit, bøkur og plátu- og fløguhúsar. Afturvendandi myndaevni hjá Amariel eru skiftandi ljósið, báturin og hugtakið, hann nevnir útróðrarbørn. Flestu myndir eru við íblásturi frá uppvøkstrinum í Klaksvík, og so úr Mikladali og við Kalsoyarfjørð. Tað er eyðsýnt, at myndlistarliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann millum tey mest viðkomandi í føroy...