Skip to main content

Her nógv er at gera


- Vælkomin á ólavsøku og vælkomin til Tórshavnar, stendur við allar innkomuvegir til Føroyalands miðstøðu, Havnina, í dag. Omanfyri eru tey í holtur við at dekka upp á terassuni í gamla Kaffivogninum, sum nú er italska matstovan Carello. Gandakenda tokusýnið av Skansanum á middegi niður í sama tún, avdúkar gula bilin hjá Poul Michelsen, sum í tí gráa middagsljósinum er so vinaligur at minna meg á, at í trøllaheimi er eisini nakað, tey nevna Atlas. Klikk á myndina og hon verður størri.


Niðanfyri er sýnið av Oyggjarvegnum ikki minni gandakent, serliga nú eg hoyri hugvekjandi mjørkasangin hjá Una Arge í Útvarpinum afturvið. Hetta er omanfyri gomlu Varðholuna, har sum nýggja Brandstøðin nú er. Ikki eitt orð um mjørka og flogvøll á hesum sinni og staði, har tey nú trilva seg fram at gera klárt til tjóðarhátíðina.


Men niðri í Gundadali er klárt at seta seg, tí har er av bestu floglíkindum. Kinna Poulsen kuraterar eina marglitt-fólksliga framsýning í Listasavninum, akkurát sum fyrr á ólavsøku.


Tað gamla møtir tí nýggja sum staffasja í skapi av gomlum postkortum, meðan nýggj, roynd og óroynd, listafólk, ella í hvussu er myndafólk, royna seg við einum sjáldsama stuttligum veggi, ið er sum ein bordi frá Jóannes bónda ovast í skálanum, umvegis marglitta Vágsbotn við heimflutta Rundatorni aftanfyri, og niður í kjallaran til grafitti hjá Harra Hol, ið kanska, kanska ikki tømir allar tær tómu smá-spannirnar, ið knýta verkini. Hetta er akkurát sum tað skal vera. Eg kann longu siga, at tey, sum byrja ólavsøkuna í Listaskálanum skulu kenna seg vælkomin beint her!




Tjóðarhátíðin plagdi fyrr at byrja við Ólavsøkuframsýningini, sum Listafelag Føroya skipaði fyri í Listasavninum. Nú er hesin søguligi táttur tikin upp aftur. Kinna, ið er kurator, sigur, at Ólavsøkuframsýningin 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman fevnir rættiliga breitt. Framsýningin er um somu tíð merkt av felagsskapskenslu, kærleika og speisemi. Hon er sett saman av bæði yrkis- og áhugalist, framsýningin verður sostatt mett at vera bæði favnandi og smøl, djúp og breið. Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan við hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Kinna.


Framsýningin er um somu tíð kuraterað og sensurerað. Millum framsýnararnar eru Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent, Anna Kathrina Højgaard, Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen, Steinprent, Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen. Ólavsøkuframsýningin fevnir sostatt um nakað av tí besta, vit eiga av føroyskari málningalist, bæði figurativari og nonfigurativari, konseptlist, foto, tekstillist, videolist, grafitti og grafikki, ið alt samalt verður sett saman við einum úrvali av øllum teim mongu myndunum, sum eru sendar inn til Ólavsøkuframsýningina. Sjálv uppsetingin av framsýningini er rættiliga serstøk og skuldi tryggja framsýningargestunum eina ordans ólavsøkuuppliving, har teir verða undirdýktir í myndum.



Hugsanin aftan fyri Ólavsøkuframsýningina í ár er at taka støði í upprunaliga konseptinum og at blanda avrik hjá leikum og lærdum. Ólavsøkuframsýningin í ár er fjølbroytt og tað munu vera útivið sjeyti ár millum elsta og yngsta luttakara á framsýningini, men tær gomlu málarahetjurnar eru eisini við á framsýningini. Millum áhugaverkini síggjast reproduktiónir av kendum verkum hjá Mikines, Ingálvi av Reyni osfr. Kjallaramálarin, útisetin Tóroddur Poulsen hevur saman við soninum, Lukasi T.Poulsen ein rættiliga stóran leiklut sum veggjamálari, men harumframt hevur Tóroddur eisini oljumálningar við á framsýningini og elasmáar vatnlitamyndir, ið leiða áskoðaran oman í kjallaran, har "Harra Hol" heldur Ólavsøku aftur við syruta videolagnum, sum Dennis Agerblad úr Vestmanna hevur gjørt til yrkingina "Flaggið/Flaget" hjá Tóroddi Poulsen. Hefyri gav hann út fløgu við tulkingum av yrkingum hjá Tóroddi á føroyskum og donskum. Óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen, hann er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré og er altíð eyðmerktur ©Túalfagralandmíttproductions. Í serstaka verkinum "Sunnumorgun" hjá Tummas Jákupi Thomsen úr Gøtu hómast sama slag av kerligum speisemi í rúmligu installatiónini, sum ímyndar eitt fittligt bygdarlag við pílahúsum, kirkju og hvítum bilum.


Tey trý træobjektini hjá Hanna Bjartalíð minna eitt sindur um smáttur ella lívbjargaratorn, men tey eru í veruleikanum uttan funktionalitet, eins og hugtakandi kvirrar og kenslubornar standmyndir úr lívrunnum endurnýtslutilfari.


Partar av Ólavsøkuframsýningini 2013 eru sum tysjandi aldur av myndum, meðan framsýningin aðrastaðni er meira stýrd og einføld á sama hátt og vanligar yrkislistaframsýningar. Marius Olsen og Hansina Iversen eru bæði úr Havn, hann býr í Finnlandi og hon í heimbýnum og tey sýna hvør í sínum lagi fram fýra dygdarverk, sum tó at tey eru ávikavist figurativ og nonfigurativ, tala til hvørt annað og skapa eina fjálga og klára harmoni, ið breiðir seg um alt framsýningarrúmið yvir til tey vøkru, men meira hugsaðu verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Hansara trý tekstillistaverk eru seymað burtur úr seingjarklæðum hjá listamanninum, sum arbeiðir eitt sindur øvugt av readymade. Verkini eru ikki klár, fyrr enn listamaðurin er liðugur at seyma og forma tey eins og smáar tilveruligar søgur, sum hanga uppi á vegginum.



Ólavsøkuframsýningin umboðar allar føroyingar, hetta sæst ikki minst í rørandi fotomyndarøðini hjá Onnu Kathrinu Højgaard úr Havn, sum vísir á vakurleikan í teimum ymisku tíðarskeiðunum í lívinum. Portrettmyndirnar av eini kvinnu, sum hevur mist hárið av sjúkuviðgerð eru stórslignar lýsingar av skroypiligu tilveruni.


Í markantum grafikki hjá Skjaldraveldinum varðar løgmaður allan inn- og útgang hjá verkafólki á ólavsøku í ár.


- Komið øll og upplivið hesi nevndu verkini, umframt hópin av øðrum verkum á Ólavsøkuframsýningini 2013 Føroyingar, ið her nú koma saman. Kurator: Kinna Poulsen. Listafelag Føroya skipar fyri. Stuðlað framsýningini: Okkara og Føroya Bjór. Fernisering verður ólavsøkuaftan klokkan 15. Framsýningin er opin frá klokkan 14 til 20 ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.