Skip to main content

Góði Ívar!



Mangur sigur frá Ólavi kongi, men fáur hevur sæð hann.

Leingi hevur verið kunnað um nýtt atlas. Nýggjasta er, at Staðarnavnanevndin hevur góðkent nýggja Føroyakortið, sum er klárt til prent. Eftir Løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai í 2012 um Málráð, hevur Málráðið biðið um at sleppa at gera niðurstøðu sambært grein 5 í somu lóg, sum ásetur, at almennir myndugleikar hava skyldu at fylgja tílíkari niðurstøðu.

Hetta eru vit fegin um, tí úrslitið kann bara verða eitt betri atlas. Sum ritstjóri virði eg myndugleikan og eri sannførdur um, at vit fáa eitt gott atlas, tjúgu ár eftir tað fyrsta atlasið, sum var metsølubók, ið Føroya fólk hevur tikið til sín.

Politikarar, sum ikki hava sæð atlasið, havt tó havt so nógvar spurningar, at vit bjóða teimum, lærarum og almenninginum at síggja ávegis útgávuna, soleiðis sum hon er handað Málráðnum.

Eftir 1. mai komandi ár verða niðurstøðurnar hjá Málráðnum settar í atlasið, akkurát so sum tær eru. Ímeðan kunna vit almenningin um ávegis tilfarið, sum so nógvar søgur eru um, hóast eingin hevur sæð tað. Opnari fær tað ikki verið.

Góði Ívar. Í tínari vinarligu viðmerking sigur tú, at tú hevur sæð og hoyrt meg stava geografi uppá ein máta, sum ikki er natúrligur. Veit meg ikki hava fingist við geografi fyrr enn beint nú og kennist tí ikki við hetta uppáhald.

Líka lítið veit eg at siga, við hvat borð og á hvørjum stóli í Útvarpinum, ella á hvat Útvarpspappír ella á hvørjari deild henda ónatúrliga geografiska staving kom fram á, og síðani varð niðurfeld, so hon nú kann fáa frámerkið ónatúrlig frá einum av Føroya frægu málmeistarum, ið eg dagliga siteri.

Kanska hevur tú, góði Ívar, hetta ónatúrliga pappír í varðveitslu og ert førur fyri at greiða nærri frá hesum viðurskiftum.

Vinarligast Útvarpsvinur tín,

Birgir