Í dag fær Jan Erik Holst Den Kongelige Norske Fortjenstorden av Kommandørs grad fyri at hava greitt umheiminum so væl og leingi frá um norskan film. Jan Erik, sum er pensjonistur, er fyrrverandi stjóri á Norska Filmsstovninum og hevur fyri stuttum verið í Norðurlandahúsinum og sagt frá um Selkvinnen frá 1953. Tá tók eg myndina omanfyri og hesar báðar inni hjá hjá Guðrun Haustein, sum spældi Selkvinnen.
Liv Ullmann er millum tey, ið hava skotið upp, hvør skal hava heiðursmerkið, ið verður handað í París, har Jan Erik er saman við núverandi stjóranum, Sindre Guldvog, á Cinematekfestival Evropa Cinema.
Tað var Ólavur Kongur Fimti, ið stovnaði heiðursmerkið í 1985. Tað verður handað norskum og útlendskum borgarum í løn fyri serliga virðislønarvert avrik, ið er til frama fyri norsk áhugamál.
Heiðursmerkið er ein Ólavskrossur, sum er gyltur ella úr silvuri, við einfaldari krúnu í teim fýra hornunum, við innfeldum javnarmaðum rundaðum reyðum krossi við navnamerkinum hjá Ólavi kongi fimta í miðjuni.
Eftir hátíðarligu handanina á evropisku filmstevnuni í París í dag verður klassiski norski filmurin Kasserer Jensen (Nils R. Müller 1954) vístur í umvældari útgávu. Filmurin er upptikin í Ullevål Hageby, har Jan Erik Holst býr.
Fyri myndina ovast, sum Norski Filmstovnurin brúkar í tíðindaskrivinum í dag, hevur hann lovað mær ein døgurða í Lübeck.
Eg gleði meg og sigi - til lukku, Jan Erik!