Skip to main content

Ærað verið mikrofonin



Ærað verið mikrofonin
ein leygarmorgun
innan tíðin rennur út
og kemur rennvørg aftur
velur tú
skeivt

Ærað verið mikrofonin
ein leygarmorgun
tá fá starvast
og færri møta
men øll lurta
slota, sodna og skriva
uppstillingarlistar

Ærað verið mikrofonin
ein leygarmorgun
í Havn

Tað var tann krepputíð
tá Neumann rann saman
við Sennheiser
og gjørdi bestu mikrofonir
við gullmembran
sum kravdi sín varpandi ravn
og helt teim á flogi
so øll fóru
tveir tímar seinni
í býin
- um kreppan ikki rak tey
av landinum, also

Ærað verið hondhildna mikrofonin
við innbygdari ábending
um kreppu

Okkum tørvar kreppu
at koma aftur á beint
sum í 90’unum

Ærað verið mikrofonin
at tú minti meg á tað

corvus corax