Skip to main content

Olaf Johannessen ársins leikari


Mynd: aaretsreumert.dk 

Olaf Johannessen, 53, fekk í kvøld víðagitnu Reumertvirðislønina fyri ársins mannliga høvuðsleiklut á donskum palli, fyri ikki færri enn tríggjar leiklutir, Samtale før døden og Mefisto, í Betty Nansen leikhúsinum og Heksejagt i Kongaliga Teatrinum. Virðislønin er 40.000 krónur.

Dómsnevndin, sum telur 16 fólk, segði m.a.: - Skarp som en ragekniv tegnede han tre helt almindelige mennesker, der fanges ind af magtens ubønhørlige skæbnespil. Hans vibrerende energi sugede blikkene til sig!

Olaf er føddur í Havn og útbúgvin á Odense Teaters skuespillerskole í 1986. Hann er eisini kendur í leiklutum í Peer Gynt og Richard III, meðan nógv kenna hann úr sjónvarpi, m.a. í Borgen, 1864 og í leiklutinum sum Kristian Kamper, forsætismálaráðharri, í triðja parti av røðini Forbrydelsen, sum DR gjørdi.

Við danska sjónvarpið hevur Olaf sagt: - Nomineringer og priser er sukkeret i ens arbejde. Det er rart at få anerkendelse og at blive set, men det er jo ikke kun min fortjeneste.

Olaf, ið er sonur kenda leikstjóran Eyðun Johannessen og beiggi Anniku Johannessen, sum eisini er sjónleikari, varð í 2008 skotin upp at fáa Reumertvirðislønina fyri besta mannliga hjáleiklut tað árið.

Reumerthandanin fór fram í Skuespilhuset í Keypmannahavn í kvøld, har tilsamans 26 virðislønir vórðu handaðar. Fix & Foxy kalla teir báðir seg, ið hava sett klassiska Reumertiltakið í nýggjan karm. Og hann er provokerandi annarleiðis, karmurin í ár. Avbjóðandi anarkistisku vertirnir vóru Sigrid Husjord, Kristoffer Fabricius og Troels Thorsen.

Kulturkanalin hjá DR K sendi frá handanini, og her sæst eitt yvirlit yvir allar Reumertvinnarar frá 1998, tá virðislønin, sum Bikuben fíggjar, fyrstu ferð varð latin.

Virðislønin er kallað eftir størsta danska sjónleikara í 20. øld, Poul Reumert (1883-1968). John Kørner, sum eisini hevur arbeitt í Steinprenti, hevur gjørt Reumert statuettina.

Til lukku við størstu donsku sjónleikaravirðislønini, Olaf!