- Sama hvar tú peikar eitt kamera í okkara landi, sær tað gott út, sigur Thomas Koba frá Kovboyfilmi. Í gjárkvøldið fekk hann fjórðu virðisløn fyri sonevnda Vetrarfilmin, sum Kovboyfilm og Sansir hava gjørt fyri Visit Faroe Islands við sanginum hjá Mariusi Ziska í miðdeplinum. Fyrr hava somu partar gjørt ein Summarfilm, har ein sangur hjá Eivør setti lýsingafilmin í karm. Tann filmurin hevur vunið fimm virðislønir.
- Hóast vit hava gjørt filmin, kennist tað, sum at vit einans hava filmað Føroyar, sum tær eru. Og tað halda útlendingar eisini, sigur Thomas Koba frá Kovboyfilm. Saman við Tór Verland Johansen frá Sansum var hann í Warszawa at fáa virðislønina í gjárkvøldið.
- Vit vita, at hyggjaratølini á Youtube og Vimeo eru høg, og at filmurin er sæddur kring allan knøttin, men hvørja ferð eitt altjóða dómarapanel og fólk innan ferðavinnu eisini virðismeta filmin og okkara land, gerast vit enn meira errin, sigur Tór Verland Johansen.
Føroyar eru vorðnar eitt stuttfilmsparadís. Tað er mín persónliga meining, tá eg hyggi eftir teim stuttfilmum, sum er gjørdir her í landinum seinastu fimm árini ella so. Ein natúrlig avleiðing er, at eisini lýsingavinnan kann seta filmar í ordra, sum vit hava sæð í SMS, og fáa gagn av tí høga støði, sum er innan føroyska stuttfilmsgerð. Kanska kundu hesir lýsingaløkir runnið í ein grunn, sum framyvir medvirkaði í fígging av spælifilmi, sum er longri enn bara stuttur. Livst, so spyrst.
Til lukku!