Skip to main content

Bókin um tað góða løgd fram


Í kvøld legði forlagið Sprotin alment fram nýggju samtíðarskaldsøguna hjá Carl Johan Jensen Bókin um tað góða. Síðani 10. august hevur bókin verið í bókabúðunum.


Í tíðindaskrivi undan útgávuni segði forlagið turrisliga, at "ein maður doyr og eitt handrit liggur eftir hann. Hvat so?"

Í søguni eru vit í avmarkaða prentaraumhvørvinum í Havn í 2011 og K., ið sigur frá, er uppsagdur bókhaldari í Prentskálanum við Karlamagnusarbreyt. Tað er í hesum umskiftiligu endatíðum, at hann fær fremmanda handritið, sum er bulurin í søguni, inn í telduna. Úr einum kjallarkamari ovast á Tinghúsvegnum, har høvuðspersónurin telur seinastu dagarnar, verða vit førd oman á Bakkahellu, har K. vaks upp, og niðan í Varðabú, har han til fyri stuttum livdi saman við Hildigarð, sum nú er flutt saman við Gunnhild uppi á Berjabrekku, har tær báðar liva saman. Hann flytir sær tríggja lønir, tekur eitt lán, ætlar ser á pílagrímsferð, men endar í Antwerpen.

"Ein andlig reisubók", sum ritstjóri og høvundans alter ego, Vilhjálmur við Hoygil, skrivar í forðorðunum úr Grasmere í Cumbria.

Ein undirhaldandi samtíðarsøga, har vit síggja Ebbu og Jóanes á Áarvegnum, eru á fundi í Hesuferð og møta brilluskortinum Karl Jóhan Jensen, við K, sum breiðir seg, braskin og fregin, sum skrivað stendur. Prentarin K. hevur á egnum forlagi givið út yrkingasavnið Lognbrá á Reyni, og beint fyri jól hevur hasin gorlakkurin, brilluskorturin Karl Jóhan, avhøvdað savnið í Útvarpinum. So púrasta. Nú er høvið hjá K. at svara honum aftur, men har er eitt tølandi konufólk úti á Reyni.


Tú ert serstakliga væl undirhildin í hesum kaleidoskopiskt perspektiverandi ferðateksti millum Havnina, meginlandið og aftur, nú og tá. Hans Tórgarð læs eitt sansaligt brot úr ungdómsárunum hjá K, heima á Bakkhellu í 1969, tá eksotiska Kolfinna er á vitjan, og mamman, Signina, tyktar og lærir sonin um girnd og ást.


Dorit Hansen dugdi væl at lýsa Carl Johan, og síðani at fáa eina floygda samrøðu við hann um hesa nýkomnu bókina, um skaldsligt víðsýni, um hvørkisting í hvørkistjóð, og um politiska heimastýriskikaran, sum er munin smalari í øðrum tekstum. Í samrøðuni upplýsti Carl Johan, at fyrst kemur triða bókin í røðini, sum byrjaði við Ó - Søgur um djevulskap í 2005 og Eg síggi teg betur í myrkri, sum kom í fjør, so kemur helst ein í sama lætta samtíðarstíl sum henda, Bókin um tað góða.


Eftir ein steðg hevði Lydia Didriksen samrøðu við Gunvør Balle, sum hevði týtt Karitas - við ongum heiti úr íslendskum. Benjamin Petersen bant sloyfu um kvøldið við framur sangi og um gjørligt enn betri og nemandi elgittar spæli. Gott tiltak, sum savnið nógv fólk.