Fýraogtjúgundi James Bond-filmurin, SPECTRE , fekk ov nógv at liva upp til í 2012, tá Skyfall avdúkaði familjuna og baksýnið hjá kjøtiliga Bond á skotsku heiðini, har alt nú er niðurbrent. Við SPECTRE skuldu vit flytast eitt stig longur inn í nærsambondini hjá Bond og teimum, og hoyra um ónda hálvbróðurin, Christoph Waltz. Hann er úr Eysturríki og fær passandi nazimálføri, sum allir rættir filmsdjevlar, ið aldri eru bretskt-amerikanskir. Hóast fleiri høvundar, tyngist filmurin av hesum dualistiskt víðkandi átaki. Haldi, at henda spennandi síðusøga svinnur millum penn og pappír, og stendur eftir sum ein tóm klisjé. Kanska tí, at eg var ov spentur um júst hetta nýggja snar og frávik í Bondfilmunum. Væleydnað nýtt er tó, at altjóða yvirgangsfelasskapir og eftirlitið við teimum og okkum øllum er blivin partur av filmiska Bond, sum í størri mun enn fyrr etur seg inn á nútíðina og altjóða yvirgang í stórbýum. Annars eru tað bara gadgets, bilar, bumbur og babes, ið standa eftir í ...