Havnin hevur tað ikki gott, tá um byggilist ræður. Múrar stinga seg upp og skapa bakgarðar, sum vit bara hildu vera í stórbýum úr betongi, neon og asfalti. Alla aðrastaðni, bara ikki her hjá okkum. Tí bleiv eg paff, tá eg í regninum í dag hevði ørindi á Spógvavegi á Konmansmýru í Havn. Hvat var hatta svarta, sum tveir íbundnir menn frá Articon í yvirlivilsisdrakt stóðu og tryggjaðu í vindinum?
Eg koyrdi burturfrá, og sá henda svarta kassa, nakað sum the Beauty Box á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, framman fyri fyrimyndarliga runda bygninginum hjá BankNordik á heygnum aftanfyri ovasta enda á Konmansmýru við allari Havnini í baksýni.
Koyrdi forvitin yvir um høvdina, og inn á Oknarveg, har parkerignsplássini og inngongdin til nýggja runda BankNordik eru. Teirra vegna, bleiv eg so illa við, at eg tordi ikki at lata arbeiðsmenninar síggja meg taka myndir av hesum svarta veggi, so pínliga helt eg situatiónina vera. Teir hava ikki feilin, at planta henda svarta kassa framman fyri øll húsini á Spógvavegi, og harvið taka allan lívskvalitet úr hesum króki í Havn. Hvat er hetta fyri nakað? Ber til at akseptera ein svartan vegg upp fyri stovuvindeygað? Og er tað veruliga gjørt? Hevur bankin betalt íbúgvunum fyri at missa ljósið á tempulheygnum?
Eg kann ikki siga annað, enn at hesir grannar hava grein í sínum máli. Svarti veggurin, sum er komin upp fyri einu gøtuna á Konmansmýru, er objektivt betraktað, ikki vakur og tekur sýnið úr stovuni í lágu húsunum aftanfyri. Men kanska er tað í lagi at byggja á fría bønum, og 30 ár seinni fáa bilar og fótbóltssteyrar í eygnahædd, so ikki er inniverandi. Kanska er tað ein nýggjur partur av býarplánlegging, sum vit enn ikki hava forstand uppá og enn minni fingið innlit í. Spyrst, so livst. Eisini á Oknarvegi og Spógvavegi.