Fleiri heimildarfilmar um kendar persónar á tónleikapallinum eru komnir í ár. Í Filmsfelagnum hava vit fyrst sæð Searching For Sugarman um Sixto Rodriguez og Tusen Bitar um Björn Afzelius, sum nógv loystu bilett til. Í ár tók sjangran rættuliga dik á seg, og vit fingu fleiri filmar, ið lýstu lovandi stjørnur, sum bráddliga doyðu, bara 27 ára gamlar. Fyrst sóu vit Montage of Heck um Kurt Cobain, síðan Amy um sangarinnuna Amy Winehouse, og nú kemur ársins triði klubb 27 filmur, sum er um Janis Joplin, ið doyði 27 ára gomul hin 4. oktober í 1970.
Mikudagin 9. desember vísur Filmsfelagið Janis, sum hevur undirheitið Little Girl Blue. Filmurin er spildurnýggjur og varð frumsýndur í Venezia 6. september.
Í skránni stóð soleiðis um filmin:
The documentary follows the main stages of Janis Joplin’s life, from her performance at Monterey Pop in 1967 to Woodstock in 1969 and Festival Express in 1970, including interviews with relatives, friends and rock stars of her time. The soundtrack features Janis Joplin’s hits, among which Cry Baby, Mercedes Benz and Piece of My Heart. Amy Berg shows the woman behind the myth, other than the rock&roll icon, unveils a gentle, innocent yet strong woman. Well known as rock icon, the personal story of Janis Joplin is very complex. Janis serves as a narrator, telling us her life through the letters she wrote to her friends, relatives and lovers, leading us in a journey that starts from her childhood.
Aðrir nýggir tónleikafilmar, sum hava funnið vegin í biografin og á sjónvarpsskíggjan eru 20,000 Days on Earth (Forsyth & Pollard 2014) um Nick Cave, Living in the Material World (Martin Scorsese 2011) um George Harrison, What happened, Miss Simone? (Liz Garbus 2015) um Ninu Simone og Miles Ahead (Don Cheadle 2015), sum er spælifilmur um Miles Davis.
Spennandi við nýggjum sløgum av filmum, sum vit kunnu síggja í heimliga biografinum, eins og tey gera í øðrum londum beint nú. Nú er tað Janis!