Fýraogtjúgundi James Bond-filmurin, SPECTRE, fekk ov nógv at liva upp til í 2012, tá Skyfall avdúkaði familjuna og baksýnið hjá kjøtiliga Bond á skotsku heiðini, har alt nú er niðurbrent. Við SPECTRE skuldu vit flytast eitt stig longur inn í nærsambondini hjá Bond og teimum, og hoyra um ónda hálvbróðurin, Christoph Waltz. Hann er úr Eysturríki og fær passandi nazimálføri, sum allir rættir filmsdjevlar, ið aldri eru bretskt-amerikanskir.
Hóast fleiri høvundar, tyngist filmurin av hesum dualistiskt víðkandi átaki. Haldi, at henda spennandi síðusøga svinnur millum penn og pappír, og stendur eftir sum ein tóm klisjé. Kanska tí, at eg var ov spentur um júst hetta nýggja snar og frávik í Bondfilmunum. Væleydnað nýtt er tó, at altjóða yvirgangsfelasskapir og eftirlitið við teimum og okkum øllum er blivin partur av filmiska Bond, sum í størri mun enn fyrr etur seg inn á nútíðina og altjóða yvirgang í stórbýum. Annars eru tað bara gadgets, bilar, bumbur og babes, ið standa eftir í huganum, tá filmurin er slóknaður á størsta lørifti í Norðurlondum, sum er 250 fermetrar í Imax biografinum á Fisketorvet í Keypmannahavn.
SPECTRE er sum vant skipaður við eini langari forsøgu hesuferð í Meksikobýi allasálnadag, eftir allahalgannadag, sum vóru vit til maskuball í Venezia við Fellini og øllum teim bestu uppafturgrivnu evropeisku leikstjórunum. Eitt visuelt fýrverk av bestu fagnaðarskuffu. So kemur drúgvi bulurin í søguni. Vit verða førd til alpurnar í Eysturríki, Róm í Italia, Tanger í Marokko og enda í London, har ultrastutti útgangurin er tikin: Craig og dullan í gamla Aston Martin bilinum, sum vit kenna frá fyrndini. Nú er nóg mikið, sigur hann og strýkur av stað. Bond er komin heim, og er helst bestur at síggja í London, so ferðafikseraður hann er, globetrottarin Bond á filmi. Um alt var betri fyrr, sum útgangssenan hjá einum ikki serliga nøgdum Daniel Craig bendir á, veit eg ikki, men fyrri Bond filmurin, Skyfall, var eitt risaframstig fyri Bonduniversið. Men hesin lyfti ikki søguna longur fram á leið. Tað var tvørturímoti. Í mun til Skyfall var SPECTRE eitt afturstig. Hann viltist í vælviljaðum søgugongdum at finna inn í tvítýðuga lyndið hjá machohetjuni Bond. Ætlanirnar vóru ov stórar og hann kundi ikki levera, sum tey siga í nýggju lýsingini frá Ferðslutrygd: hann kom ov skjótt, SPECTRE. Dialogurin varð ikki gjøgnumarbeiddur, hann steðgaði upp og í staðin fyri at klippa og stytta við harðari hond, slapp einkisigandi dialogur at standa. Tað er pínligt og avdukandi á lørifti, sum er 250 fermetrar og stendur darrandi í luftini beint framman fyri tær.
Men annað er, at øll vilja síggja og eiga lut í hesum filmska vørumerki, Bond, sum í hesum pre jóladøgum stendur í fremstu røð. Tað smittar eisini av við sanginum Writing’s on the Wall hjá Sam Smith, sum uttan at vera serliga kendur, tað eg veit, streyk upp á fyrsta pláss í Bretlandi, sum ikki er hent áður við einum Bondsangi. Hetta er ein risaídnaður og bara filmurin verður sagdur at kosta 300 milliónir dollars, sum er 2,044 milliardir í okkara peningi, um eg havi roknað rætt. Í Bretlandi, har Bondfilmurin varð sýndur fyrst, setti hann nýtt Bondmet. Fólk, sum sita við Bondkassan og rokna í dollarum, siga, at eftir sjey døgum fer nýggi filmurin at taka metið hjá Skyfall, sum syfti 57 milliónir dollars um bilettlúkuna í 2012. Í eina viku. Í Danmark sigur filmsvinnan, at James Bond fer at eta 80% av køkuni, sum er at deila í biografmyrkrinum hetta vikuskiftið. So er borðreitt við kransakøku á heimsins fyllisborði, Mister Bond!