Tað regnar millum bygningarnar og praktiska illfýsnið, nú veturin stendur fyri durum. Droparnir falla tungir í jørðina. Hesa regnmynd við bláari luft í baksýni fangaði eg í døgurðatímanum. Men hvar er hon tikin?
Eftir at fleiri hava gitt, men eingin rætt, skal her verða avdúkað, hvar myndin varð tikin: Tá hillarnar í gomlu Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð vórðu fluttar, sást í gólvinum, hvussu tungar bøkur eru at bera. Hillarnar, sum eru á hjólum við bremsum, hava grivið seg niður í linoliumsgólvið. Her er heildarmyndin: