Skip to main content

300 fólk flyta inn í Steinatún


Stóri spurningurin í Havn í dag er, hvørji tey 300 fólkini, ið koma úttanifrá, sum borgarstjórin segði í Degi og Viku í gjárkvøldi, eru. Eftir sum tey vórðu umrødd sum uttanífrákomandi, og tey 140 í miðfyrisitingini skulu víkja pláss og rýma út á Bacalao, so er upplagt at talan er um flóttafólk. Á tann hátt kundi Føroya fremsti høvuðsstaður víst seg frá síni bestu integratiónssíðu í øllum Norðuratlantshavi, við hundrað fólkum á hvørjari hædd, og so kiosk og parkeringspláss fyri rest. Men hov, tá Tórshavnar kommuna bað Zeta arkitektar gera eina livandi ætlan fyri deyða miðbýin, var tað ikki bara uppihaldstrappan, sum skolaði uppá land í Vágsbotni. Nei, søguliga gongdin í gamla keypsstaðnum, har smuglaravørur vórðu umskipaðar, bleiv eisini blakað niðan í Steinatún. Einasta búmerki, sum Zeta arkitektar til denna dag hava brúkt í hesi umbidnu framtíðarætlan fyri Tórshavnar kommunu, er H&M, sum ímynda bíligu handilsketuna, sum føroyingar altíð keypa í, tá teir eru í Danmark. Á henda hátt fæst svenska lágprísketan eitt stig nærri brúkaranum. Tú sleppir frá at koyra vestur, flúgva niður og keypa inn á Amagerbro. Verðin verður so nógv nærri. Man tað verða hemmiliga essið, sum Heðin hevur í ermuni, og fer at avdúka um tríggjar vikur?