Sarah Telford bjóðar vælkomin til kongaligt afternoon tea, seinnapartsthe úr Sri Lanka og Kenja, og kongaliga køku, Britannia's lemon drizzle cake, umborða á kongaskipinum Britannia, sum nú liggur í Leith, havnarbýnum í Edinburgh.
- Fyrr var alt oyðið her á havnarlagnum. Men tá Britannia eftir 40 ár varð tikið úr raksturi í 1997 og kom at liggja her, er gongd komin í býarmenningina. Tripadvisor hevur kosið Britannia fremsta bretska ferðamál, og tað sæst aftur í handilsmiðstøðum, nýggjum bygningum og matstøðum her umkring, sigur Sarah.
Britannia liggur við nýggju handilsmiðstøðina Ocean Terminal í havnarbýnum Leith, hagar bussar alla tíðina koyra úr Edinburgh. Til ber at vitja øll dekkini og síggja munin á høgum og lágum frá brúnni og niður.
Til ber at síggja stórbæra døgurðaborðið, uppreiðingina hjá undirstættini, ein Rolls-Royce bil og einastu dupultsong, sum er umborð. Hana keypti Charles Prinsur til brúðleypsferðina við Dianu Prinsessu.