Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2016

Journalistiskar avbjóðingar

Nýggjar tíðir, nýggjar avbjóðingar. Omanfyri hevur amerikanski teknarin, Matt Wuerker, sum í 2012 fekk Pulitzer heiðurin fyri editorial cartooning , teknað eina symbolska journalistiska hóttafalls- og støðumynd í nýggjastu Politico , sum er avís, tíðarrit og heimasíða, ið fyrstu ferð kom út í Washington fyri tíggju árum síðan. Óhefta Politico, sum hevur 300 reportarar í Vesturheiminum, lýsir redaktionella virksemið soleiðis: to help sustain and vastly expand nonpartisan political and policy journalism. We all believe informing readers and holding leaders accountable is and will forever be essential to smart governance, regardless of shifts in technology and consumption habits. Fotomyndina niðanfyri tók eg í 2011 av Hoover Dam, sum er søguliga byrgingin, ið er merkt Journalism í tekningini hjá Wuerker omanfyri. Sum útsýnið á fotomyndini av brúnni vísur, so hava tey nú bygt eina nýggja brúgv, ið er farleið fyri allari ferðslu. Skjótt og effektivt. Gamla flotta byrgingin frá ...

Stórbýarjól

Her er kavajólamaðurin hjá grannabørnunum í morgunmyrkrinum heima í Tórsbyrgi. Aftanfyri hómast hjallarnir, sum gjørdust nøkur kjøtstykki fátækari, tá vit í fyrramorgunin koyrdu við grannunum, Bjørg og Dániali, vestur á flogvøllin, har nýggi William stóð fyri okkum. Í ár halda vit jól hjá Jógvani á Amager og nýggjár heima í Tórsbyrgi saman við Hanusi og Marjun. Niðanfyri er jólahosan, sum Benadikta seymaði í New Orleans í 1992, eina til Jógvan og eina til Hanus, sum heldur jól hjá Marjuni og teimum á Argjum. Vit heilsa :-) Longu á flogvøllinum er sjón fyri søgn, hvussu væl føroyskt kokkakynstur og matlist stendur í løtuni. Í risastóru bókini The Nordic Cook Book er góð føroysk fylla, sum sæst væl aftur. Føroysku rávørurnar eru góðar, og standa seg væl í altjóða kokkakynstri, eisini tá smakkfulla serveringin er einføld, sum hesir skornu bitar av einum Kollstjógvi av Eiði afturvið jýtskum rugbreyði og jólaøli. So bjóðar Ivan ein jóladøgurða á Bistro Royal við Kong...

Listanøvn og listagrunnur á flogvøllinum

Í dag var veðrið ikki tað besta at koyra millum bygda, ella yvirhøvur at vera úti og tað enn minni í bili við myndatóli. Men hetta er litleysa sýnið í Kaldbaksbotni seinrapartin í dag. Har vesturi sluppu vit inn í landið hjá Atlantsflogið, nú nýggja flogfarið, og hini við, skuldu fáa navn. Í gongini er ein reyð nál sett á øll tey støð, har Atlantsflog hevur verið. Ein reyður bussur heintar okkum, koyrir gjøgnum gyrðingina og til hangardyrnar. Inni í stóra hangarinum er dekkað upp við Merkinum og jólaprýði. Har í flaggskrýddu høllini standa garantarnir hjá Atlantsflogi, Annika Jespersen, sum er kabinuovasti, og systurin, Bergtóra Nielsen. Og so møti eg nevndarformanninum, Niels Mortensen, og stjóranum, Jóhonnu á Bergi, bæði stórsmílandi. Eisini ein fegin William Smith er millum mongu fólkini í hangarinum hjá Atlantsflogi í dag. Hann er tekniskur leiðari. Á pallinum er festligur jólahorntónleikur við Kójak og síðani væl samansettum orkesturi, sum spælir u...

Eru føroysku bløðini stuðulsverd?

Uppskot er aftur frammi at geva doyggjandi privatpappírspressuni almennan skattapengastuðul. Heldur enn at uppraðfesta journalistisku og redaktionellu førleikarnar í eini ásannan av, at alt byrjar við skrivaða orðinum, verður fokuserað uppá at breiða út eina tíðarvilsta vøru. Havi um vikuskiftið brett bløðini út á borðið, at gera eina heimabakaða jólkanning, sum helst ikki er verri undirbygd enn so nógvar aðrar kanningar, sum nú eru frammi um líkt, og serliga ólíkt, millum annað í gummistivlum, millum fjós og seyð. Sosialurin stendur seg væl og skal sleppa at vera leysur av borðmyndini. Ringast stætt er Norðlýsið, sum í oddagrein fortelur tað nýggjasta frá læknastríðnum, og annars brúkar mest pláss uppá flúgvandi hálendingin, men eisini gevur pláss til endursøgd barnaminni. Nýggjasta Dimma veit í fyrstu grein at siga, at danska sjóverjutyrlan er sokkin sum ein steinur, og millum seriøsu og gravandi greinarnar inni í fyrrverandi langlesnaðarblaðnum vita tey at siga, at brúk...

3 mió til film

Løgtingsfíggjarlógin fyri 2017 er endaliga viðgjørd og samtykt í løgtinginum. Í hesum sambandi skrivar Hanna Jensen úr Framsókn og forkvinna í Mentanarnevndini soleiðis á Facebook í kvøld: ”Eg ynski í hesum sambandi at taka fram, at játtanin til filmsgrunnin er hækkað til 2 mió, sum er stuðul til filmsverkætlanir - umframt at 1 mió er sett av til at seta filmshús á stovn.” Hanna Jensen, sum eisini er franskur konsul, er omanfyri avmyndað umborð á fronsku skonnartini Étoile við Bursatanga í Havn í mai í fjør. Játtanin til film í skjótt undanfarna ári, sum var 1,5 mió, er sostatt tvífaldað. Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 stendur soleiðis um film: 7.24.2.03. Filmur (Stuðulsjáttan) Játtanin er ætlað til at stuðla einari ungari filmsvinnu í framgongd. Játtanin verður umsitin við heimild í Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m. Stuðul verður játtaður eftir umsókn og sum høvuðsregla útgoldin, tá ið verkætlanin verður sett í verk. Lýst verður alment eftir ums...

Hvør verður besti útlendski filmur?

Í 60 ár hevur ein Oscarvirðisløn verið latin besta útlendska filmi. Tí fer fyrireikingarnevndin, The Academy Award, at gera nógv burturúr, tá tey sunnudagin 26. februar í 2017 fara at kunngerða, hvør fær júst hesa Oscarvirðislønina. Tá hevur Oscarhandini verið hildin 89 ferðir. Tey hava sett saman eitt yvirlit, ið vísur allar takkartalurnar, síðani italski Fellini fekk virðislønina fyri La Strada í 1957 , og allar filmsplakatirnar fram til ungarska holocaustfilmin Sonur Saul og pólska nunnufilmin Ida , sum Filmsfelagið sýndi fyri fullum húsum í fjør og í fyrrárið. Filmsfelagið hevur eisini sýnt tann filmin, sum eg sjálvur haldi, liggur best fyri í kappingini at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur beint nú. Tað er danski eftirkrígstíðarfilmurin Under sandet , sum á enskum eitir Land of Mine . Peter Storm Wich, sonur Sanne og Ole, er við á liðnum, ið hevur gjørt ljóðið í hesum klaustrofobiska filmi, sum nýtulkar donsku hetjusøgurnar eftir kríggið. ...

Kaurismäki við nýggjum filmi

Eftir fimm ár í sortanum, bleiktrar Aki Kaurismäki (1957) aftur á hvíta løriftinum. Tað varð greitt í dag, tá finski leikstjórin, sum er ein hin kendasti í Norðurlondum, boðaði frá, at nýggi filmurin The Other Side of Hope verður frumsýndur á altjóða filmstevnuni Die Berlinale , sum er í Berlin 9.-19 februar í 2017. Die Internationale Filmfestspiele Berlin, sum er fulla heitið, er saman við stevnunum í Cannes og Venezia, týdningarmesta hending í árliga filmskalendaranum. Filmstevnan er við ársbyrjan, og hevur tí eisini týdning fyri tær skráir og tiltøk, sum eru restina av árinum. Filmsútleigarin Camera Film , ið rekur Grand Teatret í Keypmannahavn, hevur í dag tryggjað sær rættin til at vísa nýggja filmin hjá Aki Kaurismäki í danska ríkinum. Flestu av filmunum í Filmsfelagnum eru frá hesum felag. Tí eru útlitini góð, at síggja ein nýggjan Kaurismäki-film næsta ár. The Other Side of Hope er annar filmurin í trípartarøðini, har Kaurismäki lýsir havnarbýir. Fyrsti filmur var...